Yvirlit: Forsíða > Virksemi > Sunnudagsskúli > Barnakór 2021

1.Um eg var ein firvaldur

Um eg var ein firvaldur,

so vakur og so litfagur.

Og um eg var eitt áarross,

eg undir vatninum hevði blást.

Og um eg var tann minsta mús,

so hevði eg borað tað vakrasta hús.

Men Guð eg takki fyri, at eg eri - eg.


Tí tú gavst mær eitt hjarta,

tú gavst mær eitt smíl.

Tú gavst mær Jesus,

og tú gavst mær eitt lív.

Á, Guð, eg takki fyri,

at eg eri - eg.


Um eg ein høgguslokkur var,

so hevði eg bara reypað mær.

Og um eg runt sum Panda gekk,

øll kungfu kynstur frá mær fekk.

Og um eg var ein kengura,

so hevði eg hoppað heilt til Afrika.

Men Guð eg takki fyri,

at eg eri - eg.


Tí tú gavst mær eitt hjarta,

tú gavst mær eitt smíl.

Tú gavst mær Jesus,

og tú gavst mær eitt lív.

Á, Guð, eg takki fyri,

at eg eri - eg.


2. Komið nú og lýðið á


Komið nú og lýðið á,

søguna, sum sigur frá:

Lítil maður stóð á tá,

einki petti hann tó sá.


Tí at mannamúgvan stúgvað saman

og hann visti einki ráð,

enn at klúgva upp í træið,

haðani hann Jesus sá.

"Vinur, skunda tær kom niður higar,

eg vil koma á gátt hjá tær!"

mælti Jesus við Sakeus.

Glaður maður hann tá var.


Jesu rødd enn ljóðar so,

kom og hoyr tey gleðiboð:

"Eg vil koma á gátt hjá tær!"

Vinur, vilt tú fylgja mær?"