Gudstænasta

Gudstænasta er sunnumorgun kl. 11. Dópur er vanliga undir gudstænastuni, men treytað av coronu fer dópur nú fram uttan fyri gudstænastutíð.  Tað er altargangur nakrar ferðir um árið.

Umframt gudstænastuna sunnumorgun, verður stundum bjóðað til serstakar gudstænastur. Páskaaftan er ein slík gudstænasta, ið gongur undir heitinum "Páskavøka" við upplestri, sálmasangi og kórsangi. Í adventini verður bjóðað til eina eldragudstænastu, og stundum letur "Náttarkirkjan" upp dyrnar, ið er ein eksperimenterandi kirkja. 

Føstugudstænastur eru mikukvøld í føstu.


Eitt úrval av prædikum kunnu lesast her.

Sunnudagsskúli

Síðani 2008 hevur sunnudagsskúli verið ein partur av gudstænastuni kl 11.  Undir 2. ella 3. sálmi fóru børn og foreldur í sunnudagsskúlarúmið aftanfyri. Stundum  vóru 90 fólk savnaði á 30m².

Vegna coronu er hetta ikki møguligt longur. Sunnudagsskúlin er broyttur til eina barnagudstænastu, sum er kl 12.30. 

Sí leinkjur til: 

Kór

Kór Glyvra kirkju varð stovnað í 1969 við Símun Nónklett sum leiðara. Kórið hevur sum fremstu uppgávu sína at stuðla, menna og fjálga um sálmasangin innan kirkjugátt. Harafturat koma teir mongu andaligu sangirnir, fosturlandssangirnir og klassisku verkini, ið kórið syngur. Kórið framførdi í 1976 partar úr Händels Messias. Árið eftir varð “Messa í ófriðartíð” sungin eftir Haydn. Kórið gav út tvær plátur í sjeytiárunum –“Kirkjutónar” og “Í advent”.

Les meira um kórið her