Barnakór 2020

Ætlanin er at børnini framføra 4 sangir t. 6. des 2020, tá kruppspælið er sett upp. Sangirnir skulu venjast so væl, at vit kunnu kallað tað fyri barnakór!

Her er leinkja til pdf-fíl, sum kann prentast.

Vel sang: 1. Einglavakt
2. Æra
3. Hvør liggur her
4. Eitt fjós og ein krubba

4. Eitt fjós og ein krubba

Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá,
so skirvið var beðið, har frelsarin lá.
Men stjørnan á himni, so vøkur og von,
ber kvøðu til nýfødda lítla Guds son.

Og einglarnir syngja hitt heilaga lag.
og náttin hon hvørvur og verður til dag.
Nú myrkrið er farið, og ljóst er í lon,
vær tøkkum tí Harra, sum gav oss sín son.

At lívbjarga okkum úr vanda og neyð
so vit kunnu liva, tá vit eru deyð.
Eg síggi, hann smírast bak stjarnanna fjøld,
har savnar hann børn síni øld eftir øld.

3. Hvør liggur her

Hvør liggur her, sum stjørnan er
Hvør er tað sum Maria ber
Hoyr einglakór eitt lovsongsljóð
Nú heilsar í náttarkvirru

Syng, Syng fyri Jesus Krist
Guð sjálvur hevur heimin gist

Hoyr, hoyr tað gleðiljóð
At friður til foldar er komin

Vit jól nú halda sum hirðarnir
Og barnið lova sum kongarnir
Við frið’ av himli til jarðar kom
Hann oss til Guds at frelsa

2. Æra

:,:Æra, æra til hin hægsta
æra, hann sum øllum valdar

æra verði lambi Guds
æra verði orði Guds
æra til Guds lamb.:,:

:,: Vit syngja æra
æra, æra, æra til Guds lamb.:,:
Vit syngja æra til Guds lamb.

Æra, æra til hin hægsta
æra, hann sum øllum valdar
æra verði lambi Guds
æra verði orði Guds

æra til Guds lamb.
æra til Guds lamb.
æra til Guds lamb.

ljóðfíl

20-Æra.mp3

1. Einglavakt

Ein eingil er, sum verjir meg,
hvar enn eg fari, er hann hjá mær.
Hann fylgir mær á mínum veg,
heldur meg trygt hjá sær.

Hann er altíð nær,
so eg kann kenna meg tryggan,
hvar enn leiðin ber,
so er hann her.
Eingilin hjá mær er.

Eg eri glað, tí Gud mær hevur sagt,
at Hann ein eingil, senda mær vil.
Eg eri glað, tí Gud hann hevur makt,
Hann gav mær einglavakt.

Hann er altíð nær,
so eg kann kenna meg tryggan,
hvar enn leiðin ber,
so er hann her.
Eingilin hjá mær er.


Leystliga umsett úr norskum (Arnold Børud)