Fyri at halda corunu-tilmæmini er kirkjuliðið býtt í tveir partar. "Tey gomlu" eru í kirkju kl 11, ímeðan børn og barnafamiljur hava kirkjuna kl 12.30.

Skipan

Byrjað verður kl 12.30 við innringing, inngangsbøn og nakrir felagssantir. Síðan verður ein bíbilsøga, sum hoyrir til dagin. Eftir tað er ein spurnarkapping, eitt spæl ella okkurt kreativt. Áleið klokkan 13.15 verður útgangsbønin lisin og friður er undir biðjusløgunum.

Barnakór 2020

Í samband við at kruppspælið í kirkjuni verður sett upp til 2. sunnudag plaga børnini at sygja 2 sangir fyri kirkjufólkinum.
Í ár er ætlanin at gera eitt sindur meira burtur úr. Les meira her.

Sangvenjing 20. sept 2020

Áðrenn Corona

Áðrenn corona, var sunnudagsskúlin undir gudstænastuni kl 11. Til inngangsbøn og fyrstu sálmarnar vóru øll saman. Undir 2. ella 3. sálmi fóru børn og foreldur í sunnudagsskúlarúmið aftanfyri. Um gudstænastan hevði dóp ella altargongd, kunndu børnini fara innaftur í kirkjurúmið eftir prædikuna.

Halgidagar og í summarferiuni var ongin sunnudagsskúli.