Hvar er rásin um reynið?

Hugvekja 29. sept 2021 v/ Meinhard Bjartalíð


“Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!” (5 Mós 31, 8).


Hesi vøkru og troystarríku orð standa ikki einsamøll, men standa í einum størri samanhangi. Ísraels fólk er á ferð gjøgnum oyðimørkina við Mósesi á odda. Ferðamálið er tað lovaða landið.


Eftir fjøruti drúgv ár í oyðimørkini, kennir Móses á sær, at kreftirnar eru við at ganga undan, og at dagarnir nú fara at fækkast. Hann savnar tá fólkið rundan um seg og gevur til kennar, at eftirmaður hansara eigur at verða kosin. Valið fellur á Jósva, hvørs navn merkir “Harrin frelsir”.


Jósva skal við Guds hjálp fullføra gerning Mósesar. Hann skal standa á odda fyri fólkinum og føra tað trygt inn í tað lovaða landið.


Tað er andlit til andlits við hesa stóru og torføru uppgávu, at hin aldrandi Móses sigur við hin unga høvdingan, Jósva: “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!”


Hesi uggandi og stimbrandi orð, ið bera boð um Guds umsorgan, hansara vernd og verju, beina sær eisini veg til okkara og siga við hvønn einstakan: “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær,” bæði tá ið gongur við og tá ið gongur ímóti, bæði í lívi og deyða.


Skaldið, Regin Dahl, spyr í einari av yrkingum sínum:

Hvar er rásin um reynið?

eg viltist í dalinum longu,

og hvørja ferð eg vil til gongu,

er hamari fyri.


Klúgvi eg upp um hamar og knøtt,

so er oyði og eyrur har uppi –

har lætt er til fóta, tí gøtan er sløtt,

er køvandi móra.


Er nakað blánandi, freistandi skarð,

ið beinir at reinleikans bygd?

er yvirhøvur ein leið fyri mær?

Hvar er rásin um reynið – hvar?


Soleiðis kann verða spurt, eisini av tí deyðiliga og forgeingiliga menniskjanum: Hvar er rásin um deyðans reyn, hvar? Og evangeliið svarar: Rásin um deyðans reyn, ið beinir at reinleikans bygd, er Jesu uppreisn frá deyðum páskamorgun.


Páskamorgun, tá Gudssonurin slóðaði rás frá deyða til lívs og frá forgeingiligleika til óforgeingiligleika, varð hin livandi og glógvandi vónin fødd. Innihaldið í vónini er reinleikans bygd, Guds ríki.


Guds æviga ríki, ið er ávegis úr Guds nýskapandi framtíð og upprennur sjónligt við søgunnar enda, tá Kristus sæst daga í rósuský, og tey deyðu rísa upp óforgeingilig, er ætlað øllum fólkasløgum av øllum ættum, tjóðum og tungumálum.


Tað er í hesum sæla veruleika, at aldargomlu orðini hava fingið nýtt yvirbragd og verða boðað okkum til ugganar og troystar andlit til andlits við deyðans veruleika: “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil verða við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!”

Páskahugvekja

Hugvekja 29. mars2021 v/ Meinhard Bjartalíð



Páskirnar eru størsta hátíðin í kirkjuárinum. Kirkjufaðirin, Gregor í Nazians, orðaði tað á henda hátt einaferð í fjórðu øld: “Tær eru hátíð hátíðanna og sigurin yvir øllum sigrum.”


Kvinnurnar, ið komu út til Jesu grøv árla á morgni, hin fyrsta dagin í vikuni, komu óivað við tí fyri eyga at dvølja har eina løtu í tøgn. Knappliga brast gravartøgnin. Í tí lýsandi morgunroðanum hoyrdu tær orð verða søgd, ið loystu flóð av varma í kalda og stirda huga teirra: “Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá”.


Kvinnurnar vóru ikki sjónarváttar til sjálva uppreisnina. Tær sóu ikki Guds fjaldu hond, ið vermdi kalda veikin, og vakti lívsneista av deyða. Men, tær sóu at grøvin var tóm, og tær fóru rennandi at bera lærusveinunum boð um tað. Hesi boð, ið neyvan høvdu hildið sær ein dag, ja, ikki ein tíma í Jerúsalem, um tey ikki vóru sonn, eins og mæti týski professarin í gudfrøði, Wolfhart Pannenberg, orðar tað. Hesi boð, ið vóru líka ótrúlig í Jerúsalem ár 33, eins og í dag. Líka undranarverd hjá hinum fyrstu lærusveinunum eins og hjá okkum nýmótans menniskjum.


Jesu uppreisn frá deyðum páskamorgun er kirkjunnar grundvøllur. Tað var Jesu uppreisn, ið eins og ein kveiki førdi til at evangeliið varð boðað og kirkjulið vórðu grundað. Líka síðani hevur kristna kirkjan veitt menniskjum troyst, sálarbót, lívsmót og lívsgleði. Líka síðani hevur kristna kirkjan fostrað mentanina og listina, bæði myndlistina og tónlistina. Og líka síðani hevur gravartøgnin verið brotin og túsundtals røddir hava hálovað uppreisnarundrinum.


Skaldið, Karsten Hoydal, sigur í einari av yrkingum sínum, ið ikki bara hevur várligan dám, men eisini páskadám:


Vit vóru farin inn í kirkjugarðin,

spákaðu ung og tveyeini

millum tær tigandi túgvurnar.

Tað var um várið, mold var ikki flónað.

Fingrar, sum trivu í svørðin,

kendu kulda og vetur undir mosa og deyðagrasi.


Sólin sá inn yvir andlit okkara,

fylti eyguni við bjørtum várlýsi...


Men vit, sum vóru logar av fúsum blóði,

ræðslutikin sóu vit skuggarnar sláa ring,

toyggja seg eftir okkum at taka okkum uppí.


Tigandi stóðu vit hond í hond,

eygu leitaðu upp eygu – sjúk eftir at liva,

men tungan var bundin.


Tá brast tøgnin.


Høgt uppi yvir okkum, hægri enn eygað røkk,

skalv loftið knappliga av túsundtals røddum. –

Ljóð av fugli strembandi mót várligum londum,

loysti flóð av varma í hugum okkara.


Læandi komu vit aftur at húsum.


Jesu uppreisn, ið vit hátíðarhalda á páskum, sum er “hátíð hátíðanna og sigurin yvir øllum sigrum”, er eindømi og samstundis hámarkið í alheimssøguni, ið gongur frá skapanini til søgunnar enda, tá ið Guds ríkið upprennur sjónligt í dýrd og mæti. Tí við hesum tilburði, ið ikki eigur sín líka, reis lívsbylgjan boðandi vón, sigursgleði og fagnað, bylgjan, ið ikki kann samanberast við nakra aðra í søgu manna.


Buddah, Muhammed og Kongfutse vóru allir jarðaðir og leggstaðir teirra hava verið vitjaðir og tilbidnir til henda dag. Jesu grøv var tóm. Trúarhøvdingar eru mangir, men tað er bara ein, ið er upprisin. Trúarhátíðir eru nógvar í søguni, men tað er bara ein páskadagur.


“Kristus er upprisin” –Sanniliga, hann er upprisin”. Hetta er heilsanin, ið tey ortodoksu kristnu eystarfyri heilsa hvør øðrum við, líka frá páskanátt til Krists himmalsferðardag. Henda heilsan er sprottin úr tí tómu grøvini, og at Jesus eftir at hann var upprisin sýndi seg ferð eftir ferð fyri lærusveinum sínum ljóslivandi.


Páskaheilsanin, og tað hon ber í sær, hevur alheims týdning. Við deyða og likamligu uppreisn síni hevur lívshøvdingin, ið sindraði heljarríkisins, deyðans og myrkursins vald, leitt lív og óforgeingiligleika fram í ljósið. Hesin bjarti og ljómandi veruleiki fevnir ikki bara mannaættini, ið nú kann fylgja í fótasporum hins upprisna í ódeyðiligleika og óforgeingiligleika, men alt skapanarverkið við flora og fauna, blómum og djórum. Alt tað, ið skapt er, stevnir nú móti Guds dýrd, ið er lív, ljós og vakurleiki. Hetta ber sigurðstónin á páskum boð um, og ljóshavið, ið floymir frá Harrans upprisna likami. Sjónarringurin er opin og óendaligur, tí yvir øllum skínur æviga vónin, ið loysir flóð av varma í hugum okkara.


Gleðiligar páskir!


Føsta

Hugvekja 17. februar 2021 v/ Meinhard Bjartalíð


Føstan byrjar í dag við øskudegi og varir í fjøruti dagar - til og við páskaaftan. Føstan, ið er eitt tað fyrsta fyriskipaða tíðarskeiðið í kirkjuárinum, sipar til Jesu føstu í oyðimørkini, føstu Mósesar á Sinai fjallið, føstu Eliasar á Hórebs fjallið, og til tey fjøruti árini, ið jødafólkið búleikaðist í oyðimørkini.


Meðan føstan, ið er heimilað í Halgubók, hevur havt ein týðandi leiklut í bæði ortodoksu kirkjuni og katólsku kirkjuni, hevur føstan so at siga verið heimleys í evangelisku-luthersku kirkjuni. Tó tykist vend verða komin í, nú alsamt fleiri luthersk kristin hava sannað, at føstutíðin er ein áhugaverd, rík og mennandi tíð.


Henda tíðin í kirkjuárinum undan páskum er á serstakan hátt ætlað tí nýmótans menniskjanum, sum í dagliga lívi sínum hevur meira enn nóg mikið at takast við. Føstan er tíðin til at steðga á, tíðin til ró, kvirru og djúphugsni.


Vit kunnu fasta á so ymiskan hátt, líka frá søtmeti til at minka um tíðina framman fyri sjónvarpsskýggjanum, at vera úti á alnetinum og at tosa í fartelefon. Harafturat kemur, at føstan er eitt gilt høvi at eta minni og røra seg meira.


Føstan kemur tí einstaka menniskjanum til hjálpar í royndini at fáa tað at steðga á, gera sær nakrar tankar, ið leita inneftir, reinska sinn og huga, úteftir ímóti medmenniskjanum við kærleikans gerningum og uppeftir, ja, at finna seg sjálvt og at finna Gud. Sagt við gudfrøðinginum og heimspekinginum, Søren Kierkegaard: “Kvirra er byrjanin til gudsótta”.


Liturin í føstutíðini er viólbláur og ímyndar iðran og umvending, umhugsni og føstu. Hetta er eisini tíðin, har vit á serstakan hátt gerast still andlit til andlits við Jesu líðingarsøgu og týdningin av henni. At hansara líðingarvegur er okkara lívsvegur. Eins og vegur hansara gekk gjøgnum deyða til lívs, gongur vegur okkara frá deyðiligleika til ódeyðiligleika saman við einum endurloystum og endurreistum skapanarverkið, ja, alheimi.


Tað er ein gomul og vøkur bøn úr fjórðu øld, ið Efraim Sýriulendingurin hevur skrivað. Henda bøn verður biðin í Eysturkirkjuni av teimum ortodoksu kristnu tvær ferðir um dagin gjøgnum alla føstutíðina. Vit kunnu lættliga gera hesa bøn til okkara teir komandi føstudagarnar, grunda yvir hana, og læra av henni:


Harri og meistari yvir lívi mínum.

Varða meg fyri mótloysi, maktgirnd og tómum

orðum. Ger meg eyðmjúkan og gev mær tolmóð

og kærleikans anda.

Harri og kongur.

Lat meg síggja syndir mínar og ikki døma bróður

mín, tí tú ert vælsignaður um allar ævir.


Góða føstu!





Vit sáa orð

Hugvekja 8. februar 2021 v/ Meinhard Bjartalíð


“Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt” (Luk 8,5). Við hesum orðum byrjar eitt av Jesu kendu líknilsum.


Vit eru øll sáðmenn og sáðkvinnur. Vit sáa allan dagin. Vit sáa orð. Við spreiða um okkum við orðum allar staðir.


Tað eru orð, ið verða sádd, sum gleða og fløva. Orð, ið skapa trivna og byggja upp, orð, sum skapa eina góða og kærkomna kenslu í okkum, og vit kenna okkum væl.


Men, tað eru eisini orð, ið verða sádd, sum kennast so køld, beisk og bonsk. Orð, ið særa, bróta niður, gera okkum hørm í huga, og vit kenna okkum illa. Munnu ikki tey flestu hava roynt tað og hava hugsað: Tað var gott, at eg segði júst hatta, ið gleddi. Og øvugt: Hatta skuldi eg ikki havt sagt, tí at tað særdi. Eg skuldi havt hugsað meg um og vanda mær betur um orðini.


Skaldið, Karsten Hoydal, sigur tað so væl í einari av yrkingum sínum:


Til eru orð so blúgv og smá

sum sáðkorn,

orð, sum inneftir seta

og loysa gróður í sinninum.


Vit eru øll sáðmenn og sáðkvinnur. Øll sáa vit orð dagin langan.


“Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt” sigur Jesus í líknilsinum. Samanborðið við hini líknilsini, sum stundum kunnu tykjast torskild, verður hetta líknilsið útlagt, tá ið tað verður sagt: “Sáðið er Guds orð”.


Umstøðurnar hjá hesum sáðið eru rættiliga ymiskar, tá ið talan er um lendi, vakstrarlíkindi og umstøður, men, at tað verður sáðað ríkiliga til trúar. Tí at sumt fell í góða jørð, og tað vaks upp og bar hundrafaldan ávøkst í týdninginum, at menniskju, tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni.


Hálendski listamálarin, Vincent van Gogh, málaði í 1888-89 fleiri málningar, har myndevnið er “Sáðmaðurin” við íblástri úr Halgubók. Van Gogh skrivaði í einum brævi til bróður sín Theo: “Royn at skilja, hvat ið tað er, sum teir stóru listamenninir, teir álvarsomu meistararnir, siga í sínum bestu verkum – Gud er í tí. Ein vil siga tað við at skriva eina bók, ein annar við at mála ein málning. So list er tilbiðing ella gudstænasta, við tað at hon leggur vakurleikan, ið er tað sama sum góðvild, í mannahjørtu”.


Á áður nevnda málningi gongur sáðmaðurin úti á markini og sáar sáð sítt. Aftan fyri sáðmannin sæst ein stór gul sól. Tað kann hugsast, at listamaðurin við hesum myndevni, ger seg til eitt við bóndan, hørðu kor og strævna arbeiði hansara, og at arbeiði bóndans er guddómligt.


Men, tað er mangt, sum bendir á, at bjarta sólin ber boð um nakað annað. At her er talan um eina gloriu, og at sáðmaðurin tess vegna er eingin annar enn Kristus, ið gongur á markini og sáar góða sáð sítt, ið er Guds orð, og at tað verður sáðað ríkiliga til trúar.


Hetta sama gudsorðið verður sáðað allar staðir, har evangeliið um Kristus ljóðar, sáðmannin fram um aðrar. Eyðvitað er, at tað verður sáðað ríkiliga til trúar í mannahjørtum.


“Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt”. Vit eru øll sáðmenn og sáðkvinnur. Vit sáa allan dagin. Vit sáa orð. Við spreiða um okkum við orðum allar staðir.


Gævi at orð okkara mega vera eins og smá sáðkorn, sum inneftir seta og loysa gróður í sinninum.






Menniskjað í menniskjanum

Hugvekja 24. januar 2021 v/ Meinhard Bjartalíð


”Men ein Sámariubúgvi, sum var á ferð, hitti við hann, og tá ið hann sá hann, tókti honum hjartaliga synd í honum; og hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistihús og røktaði hann” (Luk 10, 33f.).


Heimspekingurin og gudfrøðingurin, Løgstrup, hevur skrivað eina bók, ið kallast ”Den etiske fordring”. Einastaðni í bókini sigur hann: ”At hava lívið hjá einum øðrum menniskja í sínari hond” og ”Lív okkara er tilskot oman á tilskot, størst í kærleikanum”.

Við hesum rámandi orðum í huga, er góð grund at minnast móður Theresu. Hesa albansku-jugoslavisku nunnuna, ið fór úr kleystrinum og vígdi lív sítt til ein gerning millum tey neyðstøddu í fátækrabýlingunum í Calcutta. Tá ið henda megnarkvinna doyði í góðari elli, vóru myndir at síggja av henni kring heimin. Serstakliga var tað ein mynd, ið festi seg. Myndin av tí smílandi og vinsælu móður Theresu, ið helt einum neyðstøddum barni í føvningi sínum. Móðir Theresa hevði mangt eitt mannalív og manga mannalagnu í sínari hond.


Tað er ikki neyðugt at fara so víða til tess at finna prógv fyri, at orðini hjá Løgstrup eru sonn. Sítt sannleikavirði hava tey eisini okkara millum. Her kunnu verða nevnd heimini, sambandið millum foreldur og børn, vøggustovur og barnagarðar, sambandið millum starvsfólk og børn, sjúkrahúsini, sambandið millum starvsfólk og sjúklingar, vistar- ellis- og røktarheim, sambandið millum starvsfólk og búfólk, heimahjálpirnar og tey eldru og veiku í samfelagnum og virksemi innan skúlans gátt, sambandið millum lærarar og næmingar. Ja, allar staðir har menniskju búleikast, eru og samskifta, og har talan er um tað ”millum menniskjansliga”, tað verður seg at hjálpa, stuðla, kveikja, ugga og gleða, eru hesi orð galdandi: ”at hava lívið hjá einum øðrum menniskja í sínari hond”.


Fyllingin og meiningin í lívinum hava ikki bara sína grund í tí, sum menniskjað sjálvt er ført fyri at útinna, men, tað er alt tað, ið onnur menniskju geva og bera einum. Tú kanst vera við til, at eitt annað mannalív eydnast. Tú kanst vera við til, at eitt annað mannalív fær virði og týdning. ”Lív okkara er tilskot oman á tilskot, størst í kærleikanum”.


Jesus úr Nasaret, sum á ferð síni í og úr bygd, hevði mangt eitt mannalív og manga mannalagnu í sínari hond, sigur í alkenda líknilsinum um hin miskunnsama sámariubúgvan og tann neyðstadda, sum fallin var í ránsmannahendur: ”tá ið hann sá hann”. Hesi orð rúma eisini menniskjað í menniskjanum. Alt tað, ið fjalir seg í andlitinum, og í tí, sum í sinninum býr. Hin miskunnsami sámariubúgvin hevði ans fyri menniskjanum í menniskjanum og røktaði tann neyðstadda bæði til likams og sálar, fyrst við vegin og síðan í herberginum.


Sálmaskaldið, Thomas Kingo, lýsir menniskjað í menniskjanum á henda hátt:


Mangan er bróst undir dýrmettum prýðum

alsært av trega og loynligum harm’!


Ofta’ undir rósukinn hjarta kann bløða,

av tí at lagnan sær løgliga brá!


Ein av frásøgnunum í Gamla testamenti snýr seg um trælkvinnuna Hagar, ið var flýdd út í oyðimørkina. Eingil Harrans fann hana við vatnlindina í oyðimørkini og segði henni, at Harrin hevði hoyrt neyðarróp hennara. Men Harranum, sum við hana hevði talað, gav hon navnið: Tú ert Gud, sum sært. Tí hon segði: ”Havi eg hómað hann, ið sær meg?” (1 Mós 16).


”Tú ert Gud, sum sært”. Hetta er fyrsta allýsingin av Gudi í Halgubók. At síggja merkir at elska og hava umsorgan fyri, eisini menniskjanum í menniskjanum.


”At hava lívið hjá einum øðrum menniskja í sínari hond ” og ”Lív okkara er tilskot oman á tilskot, størst í kærleikanum” er sannleikin um lív okkara. Vit liva av góðgerðunum hjá hvør øðrum. Gera vit okkum hetta greitt, tá eru vit ikki bara Guds andlit í heiminum, men tá er lív okkara gudstænasta.





Sólstøða mannahjartans

Hugvekja 23. des 2020 v/ Meinhard Bjartalíð

Men tað hendi í teimum døgum”. Við hesum kendu orðum byrjar jólaevangeliið, sum nú um dagarnar verður lisið um allan heim á øllum tungumálum. Tað, ið eftir menniskjansligum mátistokki ikki kundi henda, hendi, tá ið Gud hin alvaldi kom okkum nær í einum hjálparleysum og neyðarsligum barni. Tað er henda stórhending, at Gud á serstakan hátt er komin til okkara og læt son sín verða bornan í heim, ið er grundarlagið undir kristnu jólahátíðini. Taka vit henda veruleika burtur, missa jólini sítt innihald, og vit gerast fátæk.

Julen er kommet med solhverv for hjerterne bange”. Soleiðis tekur mæta sálmaskaldið Grundtvig til í einum av sínum kendu jólasálmum. Við jólunum eru vit ikki bara komin um stytsta dag, og nú fer so smátt aftur at ganga móti ljósari tíð, men jólini eru eisini sólstøða hjá tí einstaka mannahjartanum. Tí jólini bera tí einstaka menniskjanum boð um eitt umskifti og eina broyting, ið hava sína føstu og tryggu grund í fagnaðartíðindunum, ið á fyrsta sinni vórðu borin hirðunum á Betlehems fløtum: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!

Umskiftið og broytingin eru, at okkum er ein frelsari føddur. Ein frelsari, tað er ein, ið bjargar úr neyð. Hetta tekur óttan, myrkrið og vónloysið burtur og skapar í staðin frið, ljós og gleði. Tí kann skaldið av røttum siga: “Julen er kommet med solhverv for hjerterne bange”.

Grikski kirkjufaðirin, Athanasius (296-373), sigur einastaðni við jólaundrinum í huga: “Guds sonur gjørdist menniskja, so at vit kundu verða Gudi lík. Hann trein fram í manna líki, so at vit kundu hóma faðirin, sum eingin hevur sæð. Og hann toldi at verða vanvirdur, so at vit kundu arva ódeyðiligleika”.

Tað er av kærleika og miskunn síni, at Gud sendir son sín í heimin. Hetta er myndin, Jesu føðing jólanátt í fjósinum í Betlehem gevur okkum av Gudi, faðirinum: Gud er kærleiki. Til okkum neyðstøddu kemur Gud sjálvur í Jesusi Kristi við tí fyri eyga, at veita okkum hjálp og bjarging sína. Hansara hjálp og bjarging er henda, at lív okkara, ið er deyðamerkt, verður lyft upp og fær ævinleikans dám. Guds gáva í Jesusi Kristi til okkum menniskju jólanátt er fyrijáttanin um Guds dýrd, ið er ljós, lív og ódeyðiligleiki. Hetta er týdningurin av jólaboðskapinum “Tykkum er í dag ein frelsari føddur” og beinraknu orðingini hjá Athanasiusi “Guds sonur gjørdist menniskja, so at vit kundu verða Gudi lík”.

Tað er ein týskur jólasálmur eftir Paul Gerhardt, ið skaldið Hans Andrias Djurhuus hevur týtt. Her verður at enda sungið við vakra lagnum hjá tónakonginum Johann Sebastian Bach:

Í trúgv eg biði, at tú mær,
o, Harri, so vilt gera,
at eg í lívi mynd av tær
í hjartanum má bera.
So lat meg vera krubba tín,
verð tú í mær, o, Harri mín,
við tíni reinu gleði.


Gleðilig jól!