At prenta: inn- og útgangsbøn.


Inngangsbøn

Lat okkum øll biðja!

Harri, vit eru komin inn í hetta heilaga hús títt fyri at vera saman við tær, biðja til tín, hoyra um teg, syngja um teg og takka tær fyri lívið, sum tú hevur givið

okkum.

Kom nú sjálvur til okkara í orði tínum og tala til okkara.

Hjálp okkum til at lurta eftir tí, sum tú hevur at siga okkum og at gera eftir tí í dag og hvønn dag.

Harri, tak ímóti okkum.

Amen!


Útgangsbøn

Lat okkum øll biðja!

Harri, vit takka tær, tí at tú vildi taka ímóti okkum.

Ver hjá okkum, tá ið vit fara heim.

Hjálp okkum til at gleða teg, at gleða onnur menniskju og at fara væl um skaparverk títt.

Varðveit okkum hjá tær í dag og hvønn dag.

...

Faðir vár, tú sum ert á himnum!

Heilagt verði navn títt.

Komi ríki títt.

Verði vilji tín, sum í himni so á jørð.

Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.

Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.

Leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí lla.

Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir!

Amen!