LEGAN ER AVLÝST vegna covid19

Familjulega í Nesvík 4. - 6. juni 2021

Við sera stuttari freist ætlar sunnudagsskúlin at skipa fyri einari familjulegu.

Endamálið við leguni er, at fólk í øllum aldri vera saman eitt vikuskifti í góðum kristnum felagsskapi.

Tey sum melda seg til leguna, skulu rokna við at fáa onkra uppgávu . Til dømis sleppa tey flestu at royna uppvaskimaskinuna. Tó bert eftir eina av máltíðunum.

Tilmelding fer fram á hesi leinkju: tilmelding.

TIlmelding er galdandi tá legan er goldin á kontu 9865 4189390.

Luttøkugjald:
Vaksin og ung: 500 kr. (350 kr. uttan gisting)
Børn 1. til 7. flokk: 250 kr. (
175 kr. uttan gisting)
Børn 1 - 6 ár: 100 kr. (100 kr. uttan gisting)
Tó í mesta lagi 1750 kr. fyri eitt húski.

At hava við:
Inniskógvar. Seingjarklæðir ella soviposa.
Ymiskt til egið undirhald stokkar, borðspøl, bólt og ...

Lummapengar til kioskina.

Spurningar og viðmerkingar kunnu stílast til Hansu 229944 ella Elly 238818.


Vegleiðandi skrá

Fríggjadag

18.00 Móttøka og myndaveggur 😊
19.00 Nátturði og legan verður sett.
20.00 Brandbilurin vitjar & tað verður skúmparty. 😉
21.30 Kvøldseta við drekkamunni & undirhaldi.
- Terje B.Vestergaard kemur at syngja,
- Dagurin í myndum....
23.00 Innandura fótbóltur í høllini og hugni í salinum.
- práta, binda, spæla kort o.a.

00.00 Friður á geingunum

Leygardag

8.00 til 10.00 Morgunmatur.
10.00 Morgumfimleikur & flaggið verður vundið á stong.
10.30 Sunnudagsskúli við Nicolinu Jøkladal😊
11.15 Fyrilestur til mennirnar
12.30 Døgurði
13.00 Áhugaverdur fyrilestur til kvinnurnar við Annu Kristiansen.
14.00 Kioskin er opin
15.00 Stuttlig postarenning, har kømrini kappast. 😊
18.00 Grillhugni
20.00 Hugnakvøld við felagssangi, spurnarkapping, undirhaldi o.ø. Jens Marni Hansen kemur at syngja nøkur løg. Dagurin í myndum.
23.00 Innandura fótbóltur í høllini og hugni í salinum.
- práta, binda, spæla kort o.a.

00.00 Friður á geingunum

Sunnudag

8.00 til 10.00 Morgunmatur.
10.00 Morgumfimleikur & flaggið verður vundið á stong.
11.00 Barnaguðstænasta við sunnudagssúlanum á Glyvrum
12.00 Døgurði
13.30 Legan endar.

Umstøður

  • Sovikømur. Tey flestu kømurini hava 8 koyggjur og upp til 4 madrassur á gólvinum. Alt eftir stødd, verða tvær ella tríggjar familjur á hvøjrum kamari. Tilsamans eru 14 vanlig kømur, tvey stór endakømur (uttan wc) og tvey smá leiðara kømur.

  • Hylur við bátum at rógva við

  • Uttandurða sparkivøllur

  • Spælipláss við luftpútu.

  • Nýggj innandurða høll til samkomu ella ítrótt.