Í súginum av ljósi

Páskadagur

Mynd: Olivur við Neyst
Prædika: Meinhard Bjartalíð, 12. apríl 2020.

Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. Og tær søgdu hvør við aðra: “Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?” Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. Men hann sigur við tær: “Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!” (Mark 16,1-7).

“Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her”.

Hetta vóru orðini, ið kvinnurnar, sum høvdu leitað sær út til Jesu grøv árla hin fyrsta dagin í vikuni, hoyrdu í ljómandi kvirruni og glampandi sólarrisinum. Kvinnurnar, ið vóru komnar við tí í huga at salva Jesu likam við angandi smyrslum sínum og at dvølja við grøvina eina løtu í tøgn og virðing.

Grøvina funnu tær og stóra steinin, ið var veltur burtur frá gravarmunnanum, men ikki Jesu likam. Í myrka hellismunnanum varð teimum boðað við eingils rødd hesi fagnaðarboð, ið líka síðani hava verið boðað um allan heim og eru kristindómsins kjarni, mál og mið, at Jesus var risin upp frá deyðum, ljóslivandi.

William Heinesen, rithøvundur og skald, ið stundum verður róptur “Vitameistarin á heimsins enda”, hevur skrivað eina yrking, sum Alexandur Kristiansen hevur týtt. Kveikingin og íbirtingin er eftir øllum at døma uppreisnarfrásøgnin úr Halgubók. Yrkingina nevnir hann “Kvinnurnar við grøvina”.

Tað eru várlig kvøld og várligir morgnar í Føroyum, merktir av tí heimliga og gerandisliga. Skaldið sigur:

Enn einaferð tað síða grasið,
mjørkin, regnið, tað gróðrarmikla myrkrið,
blettir av sól á rúkandi mold,

mýggjabitadansur á tigandi kvøldum
millum hús har smábørn liggja og sova!

Aftur at vakna fyri dag
og skoða havsins víðu veltur

av brosandi snarljósi!
Blikuskýggj, fuglaveingir, sansaleysa frøi
hátt á ísbláum lofti!

Brádliga hendir eitt umskifti. Tónaskøldini Purcell og Händel verða nevnd og páskasálmurin dunar fyri fullum seglum:

“Deyði, hvar er nú broddur tín?
“Helviti, hvar er tín sigur?”

Tað eru páskir. Umhvørvið er ikki longur tað føroyska og alkenda, men ein urtagarður í Júdea við eini nýggjari grøv, høgd inn í klettin. Skaldið heldur fram við at siga:

Og í súginum av ljósi oman á ljósi
hómar tú upprættar hendur móti dýpinum –
hómar tú fagnaðarrópandi munnar-
eygu, snerkjandi móti sólini-
kvinnur, sum ovfarnar tyrpast í bólk
uttan fyri ein náttsvartan hellismunna-
uttan fyri eitt myrkur, har sorgin ikki longur býr!

Havandi í huga kvinnurnar, ið ætlaðu at salva hin deyða við væl angandi smyrslum, men nú á hesum serstaka morgni, andlit til andlits við tað ódeyðiliga og óforgeingiliga, hevja lovkvæðið, endar skaldið við at siga:

Tit, okkara ævigu møður og systrar,
tit, ið salva føturnar á deyðadømdum
og fevna sólskin av vón við opnar gravir!
Høgt oman fyri alt tað forgeingiliga
rísur várliga lovkvæðið í tykkara
livandi hjørtum.

Vakrar og hugtakandi eru myndirnar, ið verða nýttar við opnu og tómu grøvina: “í súginum av ljósi oman á ljósi”; “uttan fyri ein náttsvartan hellismunna, har sorgin ikki longur býr!”; “fevna sólskin av vón” og at enda “Høgt oman fyri alt tað forgeingiliga rísur várliga lovkvæðið í tykkara livandi hjørtum”.

Øllum nýtist eitt grundarlag at byggja á. Hetta er galdandi, tá ið talan er um eini hús, ein bygning, samlívið millum menniskju, og tá ið talan er um heimsátrúnaðin.

Jødadómurin hevur sum grundarlag lógina við teimum tíggju boðunum, ið eru høgd á steintalvurnar báðar. Islam hevur Koranina og tær fimm súlurnar, ið eru játtanin, bønin, føstan, álmussan og pílagrímsferðin.

Men, hvat hava vit kristnu? Vit hava eina tóma grøv, nakrar óttafullar kvinnur og eina yvirnatúrliga veru, sum segði við tær í sólarrisinum: “Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her”. Hetta er okkara trygga grundarlag og fasti grundvøllur. Jesu likamliga uppreisn páskamorgun er kristindómsins kjarni. Uttan Jesu uppreisn – eingin kristindómur. Tað var Jesu uppreisn, ið eins og ein kveiking gjørdi tað, at evangeliið varð boðað, og at kirkjulið vórðu grundað fyrst í Palestina og síðani í Lítla Asia, Makedónia, Grikkalandi, Italia, og at páskaboðskapurin eisini ein dag kom til hesar oyggjar í Norðuratlantshavi og varð borin fólki okkara.

Tað verður stundum sagt, at tað er lítið og einki samband millum trúgv og vitan, og at trúgvin mangan stendur í andsøgn við vitanina. Er tað nú satt? Og er tað allur sannleikin? Um Gud er hin alt avgerandi og alt gjøgnum streymandi veruleikin, er hann tá ikki eisini keldan til bæði trúnna og vitanina? Trúgvin má hava fast undir fótum, eisini tá ið talan er um tann loyndardómin, sum er Jesu uppreisn frá deyðum páskamorgun.

Í Nýggja testamenti eru tvær sjálvstøðugar frásagnir, ið snúgva seg um Jesu uppreisn, onnur úr Jerúsalem og hin úr Galilea. Grøvin var tóm, sigur Jerúsalem. Og Galilea veit at siga, at Jesus, eftir at hann var upprisin, ferð eftir ferð sýndi seg fyri lærusveinum sínum, ljóslivandi. Hetta hevur søgufrøðingurin at styðja seg til.

Men, hvat siga náttúruvísindafólkini? Hin klassiska alisfrøðin við heimsmynd síni veit ikki um nakra uppreisn at siga, meðan hin nýggja alisfrøðin ikki noktar fyri hesum, men vil vera við, at vit bara kunnu siga nakað um tað, sum er í dag, hvat verður um hundrað ár, vita vit ikki. Sagt øðrvísi: Alt tað, ið er til, rørist og broytist, ja, miðar fram ímóti nøkrum ávísum. Tað, ið hoyrir framtíðini til, er ikki lagt í fjøtur av náttúruvísindafólkunum, heldur ikki uppreisn frá deyðum.

Jesu uppreisn er sum søgulig hending hámarkið í alheimssøguni, ið gongur frá skapanini til søgunnar enda, tá ið Guds ríki, ið er ávegis úr Guds nýskapandi framtíð, upprennur sjónligt í dýrd og mæti við uppreisn teirra deyðu og einum umbroyttum og endurreistum skapanarverki og alheimi sum sjálvsagdur karmur um uppreisnarlívið. Sagt við Paulusi ápostli: “Tí at tráan skapningsins bíðar eftir opinbering Guds barna, - í vón um, at eisini sjálvur skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guds barna” (Róm 8,19;21). Tað er sostatt páskamorgun, ið gevur kristindóminum sín ljósa og lætta dám. Kristindómur er lív, ljós, gleði og vakurleiki.

Eitt árið helt eg páskir í mentanarháborg Russlands – Sankta Pætursborg. Seint páskaaftan varð spákað í góðveðrinum yvir í Nikolskijkirkjuna við tí fyri eyga at taka lut í gudstænastuni páskanátt. Hóast gudstænastan ikki byrjaði fyrr enn á midnátt, var kirkjan longu full av fólki. Eitt kór stóð og sang yndisliga, og har vóru biskupur, prestar og diakonar til staðar. Øll stóðu og tóku lut í tí, sum fór fram, við kertum í hendi, ið enn ikki vóru kveiktar. Øll stóðu og bíðaðu eftir, at páskaundrið fór at henda av nýggjum, loyndardómurin fram um aðrar.

Beint áðrenn midnátt fóru øll út úr kirkjuni og stillaðu seg í ein buga rundan um kirkjuna í myrkrinum, stilt var í veðrinum. Síðani vóru kerturnar kveiktar ein fyri og onnur eftir. Fólk sóust kveikja kerturnar hjá hvør øðrum, og til endans var alt eitt ljóshav. So varð aftur bíðað eina løtu í tøgn, til ein skrúðgonga kom til sjóndar við sjálvum biskupinum á odda. Alt fólkið, ið hevði staðið uttanfyri, legði nú uppí hesa skrúðgongu. Gingið varð runt um kirkjuna. Fólkið steðgaði, og tá var tað, at eitt róp breyt náttarkvirruna. Tað var biskupurin, ið rópti við harðari rødd: “Hristos voskres!” – “Kristus er upprisin!” Og øll mannfjøldin svaraði: “Voistinu voskres!” – “Sanniliga, hann er upprisin!”

Soleiðis varð rópt og soleiðis varð svarað í eina góða løtu. Knappliga var tað onkur tilvildarligur úr mannfjøldini, ið rópti gomlu og vøkru páskaheilsanina, og øll mannfjøldin svaraði. Til seinast varð farið inn aftur í kirkjuna, har allar kertur brunnu, og eitt brot varð lisið úr mætu páskaprædikuni eftir grikska kirkjufaðirin Jóhannes Chrysostomos, patriark úr Konstantinopel, eins og skikkur er:

Trínið øll inn til gleði Harra tykkara;
tey fyrstu eins væl og tey síðstu fáa lønina;
rík og fátæk fegnast saman við hvør øðrum.
Tey, sum hava fastað, og tey, sum ikki hava fastað.
Gleðið tykkum í dag á sama hátt.
Eingin gráti um fátækdóm sín, tí at ríkið,
sum øll hava fingið lut í, trínur fram.
Eingin syrgi vegna syndina,
tí at fyrigevingin ljómar úr grøvini.
Eingin óttist deyðan,
tí at deyði frelsarans hevur endurloyst okkum.
Tann, sum fór niður til heljar,
hevur lagt helvitið í leinkjur.
Kristus er upprisin,
og illu andarnir eru gjørdir til einkis.
Kristus er upprisin,
og einglarnir frøast.
Kristus er upprisin,
og lívið er livandi.
Kristus er upprisin,
og eingin av teimum deyðu er longur í grøvini.
Tí at Kristus reis upp frá deyðum,
sum hin fyrsti av teimum, ið har sova.
Honum veri heiðurin og valdið um aldur og allar ævir.

Páskamorgun, tá ið Gudssonurin slóðaði rás frá deyða til lívs og frá forgeingiligleika til óforgeingiligleika, varð hin livandi og glógvandi vónin fødd. Henda æviga vón, ið vísir seg í sjónarringinum, tekur um tilveruna, røkkur út um deyða og grøv, veitir troyst og gleði, og ger mannalívið sjálvt bæði fagurt, virðismikið og týdningarmikið.

Tað er í lívd av hesum skæra veruleika, at vit hesa páskamorgunstund sanna rámandi skaldaorðini: “Í súginum av ljósi oman á ljósi”; “uttan fyri ein náttsvartan hellismunna, har sorgin ikki longur býr!”; “fevna sólskin av vón” og “Høgt oman fyri alt tað forgeingiliga rísur várliga lovkvæðið í tykkara livandi hjørtum” – í okkara livandi hjørtum!

Gleðiligar páskir!