Skaparaandin

Hvítusunnudag

Mynd: Sóleygur úr eini veit í Lamba (Meinhard Bjartalíð).Prædika: Meinhard Bjartalíð -31. mai 2020.

Jesus svaraði og segði við hann: ”Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg. Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum. Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki, eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg. Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent. Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, tí at høvdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki; men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin, og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!” (Jóh 14, 23-31).

Hvítusunnan er sum kunnigt tann seinasta av teimum trimum stóru kirkjuligu hátíðunum. Hvítusunnan verður hildin til minnis um, at Heilagi Andin kom yvir ápostlarnar, at Heilagi Andin varð sendur til jarðar. Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta umframt páskanátt, dópstíðin mikla, og sipar til tey hvítu klæðini, sum tey doyptu vóru í.

Tað er um hvítusunnuna, at alt stendur í fagrasta blóma. Sóljur eru í hvørjari veit, tjaldrið hevur fult reiður, og kalvi er í hvørjari ýðu, sum stundum verður tikið til. Tað er um hesa tíðina, at smálombini, ið hugtaka okkum hvørt einasta ár við kynstrum sínum, renna um teigarnar, stundum einsamøll og stundum í flokki. Og at tann seinasti flytifuglur okkara, ternan, kemur, og setur við sínum snjalla ljóði dám á dagin og ljósið. Hjá mongum missir tunglyndi hesar dagar sín lemjandi mátt, og nýggjar vónir verða kveiktar. Skaldið, Janus Djurhuus, hevur rætt, tá ið hann heldur fyri í einari av yrkingum sínum:

Nú er tað summar, nú skínur sól,
og alt nú bognar í tungum blóma,

og kongahøll kennist fátækt ból,
tí gullið glitrar í morgunljóma,
og lovar megi og sælan sóma.

Nú flúgva gleðiljóð vítt um lond,
og víðkast hjarta í mannabarmi,
tí blídligt kínir ein sólljós hond
teim kinnum vátum av sorg og harmi,
og lyftist alt upp av sterkum armi.

Gamla testamenti vil vera við, at Heilagi Andin varð ikki uppfunnin á hvítusunnu. Heilagi Andin er eingin annar enn Skaparaandin, sum í fyrstuni sveimaði yvir vøtnunum, og sum Harrin Gud, eftir at hann hevði myndað mannin av mold jarðar, blásti í nasar hansara, og maður varð til livandi skepnu.

Skaparaandin er ein lívgevandi máttur og eitt lívskapandi kelduvað, ja, er sjálv fyritreytin fyri øllum lívið. Sálmaskaldið í Gamla testamenti sigur: ”Tú andlit títt fjalir, og tey óttast, tú tekur anda teirra aftur, og tey andast, venda aftur til moldar; tú sendir út anda tín, og tey verða skapað, og nýtt fær foldin yvirbragd” (sálmur 104). Og Jesaja profetur ger greitt: ”Tá andin frá tí høga verður útheltur yvir okkum, verður oyðimørk at aldingarði” (32, 15). Stutt sagt: tað er Heilaga Andans gerningur at blómurnar spretta, grasið grør, og líðirnar grønkast. Skaparaandin ella Heilagi Andin er nærverandi í øllum tí, ið livir og rørist.

Sambært Ápostlasøguni vóru allir ápostlarnir saman komnir um hvítusunnuna á einum staði. Høgtíðin, tá ið ápostlarnir komu saman, var gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Tá kom brádliga eitt dun av himni, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vóru allir fyltir av hinum Heilaga Anda.

Hvítusunnan gevur til kennar, at eitt nýtt tíðarskeið er upprunnið í Heilaga Andans gerningi. Heilaga Andans gerningur er nú at gera hin krossfesta og upprisna Kristus nærverandi í tí kærleikans felagsskapi, sum kirkjuliðið í roynd og veru er. Hartil kemur, at við hvítusunnuundrinum hevur tað einstaka menniskjað fingið Heilaga Andan til ognar. Heilaga Andans virki er nú, umframt at tryggja Kristi nærveru í kirkjuliiðinum, at troysta og vegleiða hitt einstaka menniskjað á lívsleiðini, og ikki minst í tungum og døprum løtum. Ella sagt við sálmaorðunum hjá trúbótarmanninum, Martini Luther:

Guds andi, lætta sorg og harm,
veit frið, sum barn hann fær við móðurbarm;
um í tungum móði
daprir dagar líða,
uggarin hin góði,
gev tú vón at stríða.

At Heilagi Andin er givin tí einstaka menniskjanum til ognar, og at hann ger sín góða gerning, bæði nú og í komandi tíðum, sigur Paulus ápostul greitt í Rómverjabrævinum, ið er hansara testamenti. Her er Heilaga Andans lívskapandi og lívgevandi virki eisini knýtt at uppreisnini frá deyðum við søgunnar enda og tí æviga lívinum, ið tá upprennur á eini endurnýggjaðari paradísjørð: ”Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðuligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum (8, 11).

Eisini her er tað galdandi, at Heilagi Andin er eingin annar enn Skaparaandin, sum í fyrstuni sveimaði yvir frumvøtnunum. Skaparaandin sum ger, at náttúran hesa ljósu og sælu ársins tíð letur seg í hin grøna stakkin, og at alt nú bognar í tungum blóma.


Gleðiliga hvítusunnu!