Hin vegliga vónin

16. sunnudag eftir tríeindardag

2. tekstarøð

Prædika: Meinhard Bjartalíð -27. sept 2020

Men mangir av jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima. Marta segði tá við Jesus: “Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður. Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Gud um, tað vil Gud geva tær.” Jesus sigur við hana: “Bróðir tín skal rísa upp.” Marta sigur við hann: “Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.” Jesus segði við hana: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?” Hon sigur við hann: “Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guds, hann, sum kemur í heimin.” Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: “Meistarin er her og rópar teg.” Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara. Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum. Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har. Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: “Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.” Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði: “Hvar hava tit lagt hann?” Teir siga við hann: “Harri, kom og síggj!” Jesus feldi tár. Tá søgdu Jødarnir: “Sí, hvussu hann elskaði hann!” Men summir teirra søgdu: “Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?” Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí. Jesus sigur: “Takið steinin frá!” Marta, systir hins deyða, sigur við hann: “Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.” Jesus sigur við hana: “Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skal tú síggja dýrd Guds?” Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: “Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.” Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: “Lázarus, kom út higar!” Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: “Loysið hann og latið hann fara!” (Jóh 11,19-45).

Tað man lítil ivi vera um, at faðirin at føroysku myndlistini er Sámal Joensen- Mikines. Mikinesmálarin er fyrsti føroyingur, ið tekur tað stig, at velja sær listina til lívsstarv.

Við málningum sínum vísti Mikines føroyingum á, at henda nýggja listagrein, myndlistin, kundi nýtast til annað og meira enn sakleyst prýði yvir legubonkinum í góðustovu. Hon kundi siga frá tí, í sinninum býr, og nýtast til at greiða frá ónevndum, djúpum kenslum.

Stundum verður tosað um tað “døkka tíðarskeiðið” í lívinum hjá Mikines og í myndlistini hjá honum, har deyðin er ein listaligur grundtóni. Hann misti faðir sín í 1934. Sama ár máttu fólk ásanna, at allar vónir vóru brostnar um at sluppirnar “Nólsoy” og “Neptun” fóru at koma aftur undan Íslandi. Tær vóru burturgingnar í ódnarveðri. 43 mans sjólótust, av teimum 9 úr bygdini Mykinesi, allir við “Neptun”. Hetta vóru grannar, javnaldrar og vinmenn hjá Mikines. Um sama mundi misti hann tvey av systkjum sínum, bróðir og systir, ið bæði doyðu av tuberklum.

Á gamalsaldri tók listamálarin nakað soleiðis til: “Tríatiárini vóru ein ónd tíð, allar vanlukkurnar á havinum og so tuberklarnir. Eg var so langt niðri, so langt inni í vónloysinum og sorgini, at eg hevði gingið alla gøtuna. Einans mótsetningurin kundi bjarga og beina meg longur fram á leið”.

Í tí døkka tíðarskeiðinum, ið eisini hevði ein átrúnaðarligan tóna, málaði Mikines eitt nú málningin “Fyri jarðarferð” og málningin “Sakn”, ið teljast millum høvuðsverk hansara.

Á málninginum “Fyri jarðarferð” standa fólk um kistuna, svørt og tung, við bendum høvdi, steinrunnin í kvirruni. Meðan bjarta glæman frá glugganum skyggir á illlitta bróstið og hvíta kistulokið.

Á málninginum “Sakn” síggja vit fátæksliga stovu. Ljósið frá glugganum fellur á andlit og hendur, bróst og gólv, og fram úr skýmingini vaksa trý konufólk, trý ættarlið, móðurin, dóttirin og hin gamla, ið allar hava tað til felags, at hava mist ein kæran og syrgja og sakna. Hetta sæst eina best av háttalagi og høvuðburði.

Tað, ið ein festir seg við á hesum døkku málningum, er bjarta og undursama ljósglæman, ið stavar inn gjøgnum sprossavindeygað. Ljósglæman er neyvan bara at rokna sum listarligt kynstur og snildi. Tað tykist sum um, at Mikines lýsir við bjørtu ljósglæmuni ein annan veruleika. Ein veruleika handan myrkrið, sorgina og saknin. Ljósglæman ímyndar uppreisnarvónina, ið er kjarnin í evangeliinum í dag, hina vegligu vónina, ið sigur:

at nátt er stutt,

so kemur Várharra við megi,

so lýsir av ævigum degi.

Prædikuteksturin í dag, sum snýr seg um, at Jesus vekur upp Lázarus, er ikki bara tann longsti, men ein hin mest “dramatiski”, spennandi, skakandi og stórsligdni í øllum Nýggja testamenti. Her er talan um eitt av Jesu sjey undurverkum í Jóhannes evangeliinum, sum evangelisturin kallar tekin. Jesu fyrsta tekin var, tá ið hann gjørdi vatn til vín í brúdleypinum í Kána, og hansara seinasta og størsta tekin er, at hann vekur upp Lázarus, ið er eitt “mysterium”, ein loyndardómur, ið tankaslottið ikki rúmar.

Lázarus er deyður eftir at hava verið sjúkur, og eftir sita systrarnar Marta og Maria. “Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt av teim sloknar”, sigur skaldið. Fleiri av jødunum eru komnir at vera hjá teimum og troysta tær eftir bróðurin.

Sorgin gloymir ongan. Tað er altíð onkur, ið varðar av og syrgir miss. Sorg og missur eru partar av at elska. Kærleikin doyr ikki, og minnini um eitt kært menniskja liva. Um pínan minkar við tíðini, og sárið lekist, verður arrið verandi. Tað eru sár, ið ongantíð verða lekt.

Vit vita frá dagliga lívinum og egnu lívsroyndum okkara, at tá ið ein av okkara kæru doyr, doyr eisini nakað í okkum sjálvum, og vit eru at líkna við skerdar fuglar. Tað kennist so óveruligt og høpisleyst. Er hetta ein ringur dreymur, ella er hetta veruligt og satt? Missurin skakar tilveru okkara, og vit eru sum tikin av fótum. Eftir eini lítlari løtu er alt broytt, einki er, sum tað var áður, og vit eru ikki tey somu. Tá ið vit hava fylgt einum av okkara kæru til ytsta mark, kann tað vera drúgt at koma heimaftur. Fyrst kemur sorgin, ið nemur við so nógvar streingir í sinninum, so kemur lemjandi saknurin. Hetta kann vara mánaðir og ár við. Sorgargøtan er sum eitt landslag, hvørs skýloft skiftir alla tíðina. Tað lýsnar og myrknar, myrknar og lýsnar, tyngir og lættir.

Troystin, ið er okkum sjálv neyðug, og sum vit eisini kunnu veita øðrum er mangan ikki ein ávís nøgd av orðum, men ein fjálg hond og ein opin favnur. Troystin er orðaleys. Tað snýr seg um “at vera”. At troysta er at tora at vera til staðar. Tað er at ganga vegin saman við teimum, ið hava mist, og samstundis ásanna sítt egna máttloysi og hjálparloysi. Seinni verður sorgin lýst í orðum, kenslum, hugsanum og minnum. Ein syrgjandi má siga frá hendingini aftur og aftur og siga somu søgu fleiri ferðir. At tað er onkur, ið er hjá og lurtar, hevur alstóran týdning. Mangur hevur ásannað, at hetta var góð hjálp, men at friðurin, hvíldin, og gongutúrarnir úti í Guds fríðu náttúru vóru ikki týdningarleys heldur í royndini at venda sær móti lívinum av nýggjum og framtíðini. Mangur hevur eisini ásannað, at kristna trúgvin gav styrki og helt einum uppi. Lívið spurdi, og vónin svaraði.

Tá ið Marta í sorg og sakni sínum fær frænir av, at Jesus, sum so mangan áður hevði verið á gátt hjá teimum í Betaniu, var ávegis og nærkaðist bygdini, fer hon út ímóti honum. Og uttanfyri bøgarðarnar samtala Jesus og Marta um tann veruleikan, sum liggur handan myrkrið sorgina og saknin. Tann veruleikan, sum er komin nær við Jesu nærveru, hansara orðum og gerðum, og sum veitir ugga, linna og troyst.

Marta er sannførd um, at bróðir hennara skal rísa upp á evsta degi, tá Guds ríki, ið er ávegis úr Guds nýskapandi framtíð, upprennur sjónligt í dýrd og mæti, “har blóma ei følnar, og fuglur ei ferst”. Hetta er eisini okkara sannføring. Og tí játta vit trúnna á “uppreisn likamsins og lív”. Ella, sum tað verður sagt í Nikænsku trúarjáttanini, sum eisini er eitt av játtanarritum tjóðkirkjunnar: “Og vænti uppreisn teirra deyðu og lívið í komandi heimi”.

Tað er andlit til andlits við hesa vøkru, bjørtu og ljósfyltu sannføring, at Jesus sigur tey alkendu orðini: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?” spyr Jesus Martu, systir Lázarus. Og síðani verður Lázarus vaktur upp frá deyðum til lívs.

Tað er henda sama spurning, Sonja Marmeladova, setur í skaldsøguni “Brotsverk og revsing” eftir mæta russiska rithøvundinum Dostojevskij. Hon setir ikki bara spurningin, men hon lesur aftur og aftur frásøgnina um, tá Jesus vekur upp Lázarus. Hon sær ikki bara hendingina fyri eygum sínum, livandi og máttmikla, men hon dugir orðini uttanat, tí alt lív hennara er fjalt í hesum orðum.

Sonja boðar evangeliið um uppreisn Krists og uppreisn Lázarusar fyri tí djúpt falna, Raskolnikov, ið er sjálv ímyndin av Lázarusi í skaldsøguni. Raskolnikov er tann deyði. Hann er tann, sum er jarðaður. Og tað er við innaru uppreisn hansara, at Dostojevskij endar skaldsøgu sína.

Dostojevskij, ið var rótfestur í russisku-ortodoksu kirkjuni, sum stundum verður rópt “Páskakirkjan”, boðar við frásøgnini um Lázarus í huga, at eisini vit skulu rísa upp og fáa lut í Guds dýrd. Tað er hansara djúpa trúgv og vegliga vón, sum alt lív og ritverk hansara snýr seg um.

“Eg eri uppreisnin og lívið”, sigur Jesus. Uppreisnin og lívið er knýtt at Gudssoninum. Tað er í trúnni á hann, lívshøvdingan, at menniskja eigur eina livandi vón. Henda vón tekur um tilveruna og røkkur út um sjónarringin.

Frásøgnin um, tá ið Jesus vekur upp Lázarus, hvørs hámark er Jesu máttmikla róp: “Lázarus, kom út higar!”, er sambært evangelistinum, Jóhannesi, eitt tekin, “semeion”, sum tað eitur á grikska frummálinum. Eitt tekin stendur ongantíð einsamælt, men røkkur út um seg sjálvt. Tað vísir á ein annan og størri veruleika. At Jesus vekur upp Lázarus er eitt tekin um Jesu egnu uppreisn frá deyðum, páskamorgun, tá hann feldi deyðan á vølli, og leiddi lív og óforgongiligleika fram í ljósið. Páskamorgun er sostatt haldgóða grundin undir kristnu vónini.

Men, Lázarus - tekinið røkkur longur. Tað er eisini tekin um okkara likamligu uppreisn frá deyðum til tað æviga lívið við søgunnar enda saman við einum umbroyttum, endurreistum, og dýrdarfullum skapanarverkið, ið er vónarinnar mið og mál, ja, kristindómsins mið og mál. Týski professarin í gudfrøði, Jürgen Moltmann, sigur tað so væl: “Tað er láturin frá alheiminum, ið er Guds gleði”.

Hin kristna vónin, ið gevur mannalívinum ævinleikans týdning og virði, tekur, eyðvitað, ikki sorgina og saknin um ein kæran burtur og enn minni gáturnar. Sorg og saknur eru ein long tilgongd. Men vónin ger nakað annað. Hon boðar sín ljósa og glaða boðskap til troystar og ugganar og sigur, at tað rangvørga ongantíð fær seinasta orðið, og at grundtónin í Guds miklu hørpu er ikki myrkur, men ljós, ikki sorg, men gleði, ikki deyði, men lív. Hetta ber bjarta og undursama ljósglæman boð um, ið stavar inn gjøgnum sprossavindeygað.


Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir.