Hin stóra fagnaðarmáltíðin

2. sunnudag eftir tríeindardag. 1. tekstarøð.


Men Jesus segði við hann: “Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum; og hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði: “Eg havi keypt nakra jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni; eg biði teg halda mær til góða!” Og annar segði: “Eg havi keypt fimm pør av oksum, og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!” Og uppaftur ein annar segði: “Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma.” Og húskallurin kom og segði harra sínum frá hesum. Tá varð húsbóndin vreiður og segði við húskallin: “Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðinum, og leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt.” Og húskallurin segði: “Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.” Tá segði húsbóndin við húskallin: “Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult. Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína” (Luk 14, 16-24).


Christianskirkjan í Klaksvík er bygd uttan um prýðiligu altarmyndina, sum er ein fresko, kálkmálningur, upprunaliga málaður á veggin í Viborg dómkirkju í 1901 av Joakim Skovgaard. Longu tíggju ár eftir varð hon tikin av vegginum og førd yvir á lørift, tí tað vætti inn gjøgnum hann, og myndin kundi farið fyri skeyti. Hon var hongd á Statens Museum for Kunst, men kom ikki til sín rætt har.


Tá grundarsteinurin til Christianskirkjuna varð lagdur í 1961, segði Peter Koch, byggifrøðingur, at sær hevði altíð tókt synd í teim villu djórunum, tá hann sá tey í búri, og hevði hug at sleppa teim út. Somu kenslu hevði hann havt yvir fyri hesi myndini, tá ið hann sá hana á listarsavninum, og hann var fegin um at kunna veita henni eina virðiligari tilveru. Myndin verður roknað fyri at vera høvuðsverkið hjá Skovgaard. Hesin verður annars mettur av vera størsti freskomálarin í Norðurlondum síðani miðøldina.

Altarmyndin í Christianskirkjuni, sum er eitt meistaraverk, er sum kunnugt “Hin heilaga kvøldmáltíðin” ella rættari “Hin stóra fagnaðarmáltíðin”. Á altarmyndini síggjast hátíðarklæddir tænarar í reyðum kappum. Kærleikans og lívsins heiti blóðreyði litur. Teir bjóða bóndanum, ið hevur keypt nakað av jørð, og bóndanum, ið hevur keypt fimm pør av oksum, og tí nýgifta. Men teir umbera seg allir sum ein. Aðrir tænarar bjóða fátækum, kryplingum, blindum og høltum og leiða tey til háborðs. Í niðasta horni høgrumegin á myndini sæst ein tænari noyða tveir niðurundirkomnar menn at koma. Tey koma øll saman í gildisskálanum, har Kristus, eisini ílatin reyðan kappa, stendur við útrættum ørmum og bjóðar teimum vesælu og neyðarsligu til borðs. Gestirnir eta og drekka, og tænarar ganga teimum til handa.


Einastaðni á altarmyndini sæst ein tænari saman við einum høltum, men tað er óvist, hvør, ið styðjar hvønn. Tað løgna við hesum tænara er, at hann er ikki hátíðarklæddur, eins og hinir, í reyðum kappa, men hansara kappi er gráur.


Vóru tað ikki nóg nógvir innbjóðarar? Ella vóru tað ikki nóg nógvir reyðir hátíðarkappar? Var tað til seinast neyðugt at senda ein av stað í gráum kappa? Ferð eftir ferð hevur eygað mítt fest seg við henda tænaran í gráum kappa. Hesa lítilsligu skepnuna í gráa kappanum.


Eisini vit, ið gjørdust innbjóðara til fagnaðarmáltíðina í Guds ríki, kenna okkum stundum sum menniskju av teimum smáu og gráu. Í slíkum løtum, tá til dømis mistreysti ger vart við seg, er tað eins og ein rødd, ið sigur: Tað ger einki, um tú stundum kennir teg sum ein gráan tænara, tí tú skalt vita, at tín innbjóðing ber boð um tann kærleikan, sum er blóðreyður.


Sambært Lukasi evangelisti var Jesus eftir sabbatsgudstænastuna boðin inn á gólvið hjá einum av teimum leiðandi farisearunum. Tá ein ónevndur undir sjálvum borðhaldinum helt fyri: “Sælur er tann, sum etur breyð í Guds ríki,” tók Jesus til orðanna og segði líknilsið um hina stóru fagnaðarmáltíðina. Hetta líknilsið, ið Lukas hevur sett mitt í evangeliið sítt fyri soleiðis at veita tí ans og geva tí serstakan týdning.


Í líknilsinum um fagnaðarmáltíðina í Guds ríki eru innbjóðingarnar tríggjar í tali. Tann fyrsta var ætlað teimum, ið Jesus sat til borðs saman við henda dagin, farisearunum og teimum skriftlærdu. Teir høvdu Ábraham til faðir og vóru tess vegna eftirkomarar Ábrahams.


Tá fólksins andaligu leiðarar ikki tóku við innbjóðingini til Guds ríki, sum var komið nær við Jesusi úr Nasaret, men fóru at umbera seg við jørð, oksum og nýgiftu, vórðu tað onnur, ið vóru boðin.


Tann seinna innbjóðingin var ætlað teimum fátæku - tollarum og syndarum - menniskjum, sum í tátíðar samfelagnum vóru hildin uttanfyri bæði tann samfelagsliga og átrúnaðarliga felagsskapin.


Kryplingar, blind og hølt vóru eisini boðin. Sambært Deyðahavsrullunum, sum bera boð um trúgv, læru og lív hjá Qumranliðunum, ið helt til norðan fyri Deyðahavið í Júda oyðimørkini á Jesu døgum, vóru júst tey hildin uttanfyri meinigheitina og borðfelagsskapin har. Hetta varð gjørt við teirri grundgeving, at heilagir einglar búleikaðust í liðunum. Tey vóru hildin ikki at vera rein og kundu tí styggja einglarnar burtur, ið ikki toldu nakað óreint og vanhalgað. Um Jesus hevur vitað um hetta, er ilt at siga. Hann ger í øllum føri upp við ein slíkan hugsanarhátt.


Tá ið tað enn var rúm, var neyðugt við triðju og seinastu innbjóðing. Henda innbjóðing var ætlað teimum úti á bygdarvegunum og teimum úti at gørðunum. Hon var ætlað teimum, sum hildu til fram við vegnum, ið gekk út úr staðnum, og teimum, ið hildu til fram við víngørðunum við staðin. Stutt sagt: innbjóðingin var ætlað teimum húsvillu og teimum mest fátæku og niðurundirkomnu. Teimum, ið vóru uttan vit og skil og samleika, og hvørs lív var at líkna við avsvíddar markir.


Hesi seinastu vóru ikki boðin, tí at tey fyrst bodnu bóru seg undan, men tað var alla tíðina ætlanin, at eisini tey skuldu verða boðin við.


Boðskapurin í líknilsinum er greiður: innbjóðingin til fagnaðarmáltíðina í Guds æviga ríki, ið upprennur sjónligt við søgunnar enda, er ætlað øllum menniskjum, hvussu tey so eru fyri. Hon er ætlað høgum og lágum, ríkum og fátækum av øllum tjóðum, ættum og tungumálum.


Eisini vit eru boðin! Tí tað er eisini við okkum, at tað verður sagt: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Her verður eingin gloymdur og eingin settur uttanfyri. Men, tað kann bara menniskjað sjálvt gera við at havna innbjóðingina.


Líknilsið um hina stóru fagnaðarmáltíðina, sum er ábending um Jesu borðfelagsskap við tollarar og syndarar, kryplingar, blind, hølt, húsvill og niðurundirkomin, og sum altarborðið nú er ábending um, ber boð um eina serstaka gudsmynd. Eina gudsmynd, ið sigur, at “Gud ger ikki mannamun og tekur ikki við mutri” og “Øllum, sum eg vil, veiti eg náði og miskunn” (5 Mós 10, 17; 2 Mós 33,19).


Dagar koma og fara. Stundum eru teir ljósir og lættir og stundum tungir og gráir. Tá teir gráu dagarnir, løturnar og tímarnir gera vart við seg, lat tá orðini um hina stóru fagnaðarmáltíðina finna teg. At eisini ert boðin við, og at innbjóðingin ber boð um tann kærleikan, ið fevnir títt lív og tína tilveru, og er blóðreyður.