Kór Glyvra kirkju

Kór Glyvra kirkju varð stovnað í 1969 við Símun Nónklett sum leiðara. Kórið hevur sum fremstu uppgávu sína at stuðla, menna og fjálga um sálmasangin innan kirkjugátt. Harafturat koma teir mongu andaligu sangirnir, fosturlandssangirnir og klassisku verkini, ið kórið syngur. Kórið framførdi í 1976 partar úr Händels Messias. Árið eftir varð “Messa í ófriðartíð” sungin eftir Haydn. Kórið gav út tvær plátur í sjeytiárunum –“Kirkjutónar” og “Í advent”.

Konsertir

Kórið hevur árliga tvær konsertir - eina várkonsert og eina jólakonsert. Í sambandi við jólakonsertina - triðja sunnudag í advent - verða jólini sungin inn við teimum alkendu jólasálmunum, ið fólk hava høvi at syngja.

Mentanartiltøk

Kórið tekur lut, tá ið ymisk mentanartiltøk eru í økinum. Á Eystanstevnu syngur kórið stundum til midnáttarsamkomuna, og tá ið jólatræið verður tendrað í Heiðunum, setur kórið dám á løtuna.

Aftansangur

Síðani 2004 hevur Kór Glyvra kirkju lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini. Kórið hevur brotið upp úr nýggjum her heima á klettum við at syngja Dávidssálmar í gomlum og reciterandi stíli í týðing Jákup Dahls. Kórið hevur stundum bjóðað til aftansang eftir enskari fyrimynd, bæði í Glyvra kirkju og aðrastaðni við. Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eyga at nema sær kunnleika og fáa íblástur.

Fimmti ár

Í 2019 vóru fimmti ár liðin, síðani Karl Joensen, lærari og deknur úr Lamba, skrivaði í dagbók sína, hin 23. februar – 1. sunnudag í føstu í 1969: “Fingið varð í lag sangkór við kirkjuna við Símun Nónklett, Lamba, sum stjóra. Henda dag vóru tey fyrstu ferð og sungu í kirkjuni. Hetta hoyrdist eisini á sálmasonginum. Her var flog og fastleiki yvir honum. Sjálvi einsamøll sungu tey beint aftan á lestur: “Faðir, fylg mær henda dag””.

Fimmti ára dagurin varð hildin við eini heiðurskonsert í kirkjuni. Meinhard Bjartalíð hevur stjórnað kórinum síðani 2002.

Lurta eftir kórinum við at fara til mappu við ljóðfílum.