Vegleiðing til at stroyma jarðarferð

Christian Joensen, tel 256515, t-post: chr.joe.salt@gmail.com, umsitur heimasíðuna hjá kirkjuni, og kann geva tekniska vegleiðing til avvarandi.

Stroymingin kann verða gjørd professionell ella av leikfólki. Í báðum førum ber til at leggja leinkju til stroymingina á heimasíðuna.

Leinkja á heimasíðuna hjá kirkjuni

Mest vanligt er at stroyma við Facebook ella Youtube. Í báðum førum ber til at leggja leinku til stroymingina ovast á heimasíðuna GlyvraKirkja.fo.

Um heimasíðan skal lýsa stroymingina, kann teksturin verða:

Jarðarferðin hjá xxx verður xxxdagin x. dato klokkan xx, sambært almennu tilmælunum.
Stroyming á [leinkja] byrjar kl xx.50.

Lýsingarteksturin til heimasíðuna skal sendast til chr.joe.salt@gmail.com.

Lýsing í útvarpinum

Lýsingin kann endað nakað soleiðis: “ …. jarðarferðin verður stroymað. Sí heimasíðuna GlyvraKirkja.fo

Professionel ella leikfólk

Stroymingin kann verða gjørd av professionllum ella av leikfólki.

Fleiri ymiskar fyritøkur bjóða stroymingtænastur. Nærhendis Glyvra kirkju eru hesar fyritøkur:

  • steingrund.com

  • raclip.fo

Stroyming við leikfólki.

Kravið til stroymingina er ein persónur, sum dugir at brúka facebook og ein snildfon.
Stroymingin kann gerast út frá egnum vanga, ella bólkinum facebook.com/groups/www.glyvrakirkja.fo. (Avtala við Christian at fb-brúkarin er "forhåndsgodkendt til opslag" á kirkju-bólkinum)

Útgerð til stroyming:

  • Ein snildfon við facebook og 4G ella samband við WiFi í kirkjuni.

  • Eitt stativ til telefonina, liggur í kirkjuni.

At hugsa um áðrenn byrjað verður at stroyma við snildfon:

  • Fá samband við WiFi í kirkjuni.

  • Finn eitt hóskandi stað at seta stativ við telefonini. Ljóðið er best um telefonin er nærhendis einum hátalara.

  • Syrg fyri at telefonin er fult lødd, fyri ikki at missa streymin á hálvari leið.

  • Sett innstilling til “do not disturb” ella “vil ikke forsyrres”, fyri at forða fyri at telefonin ringir undir stroymingini.

  • Vend telefonini rættan veg áðrenn stroymingin byrjar, annars vendir skermurin seivt hjá teimum sum hyggja.

Skermur í geingini vísir corona-tilmæli.

Um tit ynskja mynd á skermin í geingini, skal hon sendast til chr.joe.salt@gmail.com. Fylgjandi er dømi um hvussu skermurin í geingini sá út: Jarðarferð - tilmæli