Dópur
Foreldur seta seg í samband við sóknarprestin. Vanliga fer dópur fram undir gudstænastuni sunnumorgun. Treytað av coronu er dópur nú uttan fyri gudstænastutíð.
Eitt barn kann hava trí fornøvn, eitt millumnavn og eitt ættarnavn. Loyvd nøvn eru at síggja á heimasíðuni hjá Málráðum. Er talan um beinleiðis uppkalling, og navnið stendur ikki í góðkenda navnalistanum, ber til at venda sær til Navnanevndina.
Eitt barn kann hava frá trimum til sjey faddrar.
Vígsla
Brúðarpør seta seg í samband við sóknarprestin. Tey fáa undan brúðarvígsluni eina hjúnalagsváttan at fylla út. Ljósrit av upprunaskjølum skulu fylgja við. Nøvnini á tveimum vitnum skulu eisini skrivast í hjúnalagsváttanina.
Konfirmatión
Tvær konfirmatiónir eru árliga í Glyvra prestagjaldi. Várkonfirmatiónin er 1. sunnudag eftir páskir í Glyvra kirkju, og heystkonfirmatiónin er um miðan oktober í Rituvíkar kirkju.
Í 2021 verða konfirmatiónirnar 11. apríl og 10. oktober.
Konfirmantarnir ganga at lesa í Glyvra kirkju. Allir konfirmantarnir lesa samstundis. Byrjað verður seinast í januar mánaði. Tað er umráðandi at konfirmantarnir hava eitt ljósrit av dópsbrævinum við í kirkju at geva presti.
Í 2021 verður talan um 29. konfirmantar, ið verða konfirmeraðir í vár og í heyst.
Lesturin fer fram í Glyvra kirkju hesar dagar:
22., 23. og 24. februar frá kl. 8.00 til kl. 11.30
8., 9. og 10 mars frá kl. 8.00 til kl. 11.30
24., 25. og 26. mars frá kl. 11.30 til kl. 14.30
7., 8. og 9 apríl frá kl. 11.30 til kl. 14.30
Um okkurt er at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Meinhard Bjartalíð á tlf. 237342
Trýst her fyri at síggja sálutir frá undanfarnum konfirmatiónum.
Jarðarferð
Sóknarpresturin er jarðarferðarmynduleiki. Avvarandi seta seg í samband við sóknarprestin.
Er talan um jarðarferðir, sum ikki eru úr kirkju, er umráðandi, at prestur fær navna -og vígslubræv, tá jarðarferðin skal førast inn í kirkjubókina.
Til ber at stroyma jarðarferðina. Sjá vegleiðing her.
Skermur í geingini, sum vísir tilmæli kann eisini vísa mynd og tekst.