Barnagudstænasta

tíðindi 6. des 2020

Glyvra kirkja var í morgun karmur um eina barnagudstænastu. Tað er siðvenja at hava eina slíka gudstænastu annan sunnudag í advent í sambandi við at jólakrubban er sett upp av nýggjum. Alt bar brá av advent og jólum, bæði í orðum og tónum.

Tað var hugtakandi at hoyra Barnakór Glyvra kirkju syngja tætt við jólakrubbuna, hesi fittu børnini, ið sungu so avbera væl.

Ein av felagssálmunum, sum ljómaði í morgun, var “Fagur himin er at sjá”. Í desember mánaði í ár eru júst liðin 210 ár, síðani Grundtvig yrkti henda vakra sálm, ið snýr seg um stjørnu, móðir, barn og vísmenn.

Stjørna leiddi vísmenn fyrst,
so teir funnu Jesus Krist;
okkum við ein stjørna leiðir,
okkum lívsins gøtu greiðir,
so vit finna Jesus Krist.