Summarfrí

Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, er í summarfrí frá 19. juni til 12. juli.

Hesar dagar røkir Símun Jacobsen Glyvra prestagjald.

Hann hevur telefon 237328.

Listaframsýning 


Sunnukvøldið 23. oktober lat ein listaframsýning upp í Glyvra kirkju.

Eyðun av Reyni, listamaður, sýnir fram.

Bárður Jákupsson sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum”:

Eyðun av Reyni í Havn var næmingur á Askou-Jensens tekniskúla í Keypmannahavn 1971-72, síðan á málaraskúlanum á listaakademinum hjá Wilhelm Freddie 1972-78. Hann hevur í fleiri ár tikist við koloristiskan landslagsmálning.

Málningarnir eru komponeraðir við sterkum litum og stórum pensilsstrokum í einum myndamáli, ið abstraherar frá myndevninum. Men tey seinasti árini hevur hann aftur í størri mun undirstrikað sambandið við tað ítøkiliga myndevnið –linjur, rørslur og flatar sipa til veggir, galvar og skjøldrar á húsum. Ein linja og ein litur kunnu bákna væðing og kvøldroða. Svartir og violettir litir eru klangbotnur undir sterkum reyðum, grønum, bláum og gulum litbrigdum.

Konfirmantlestur 2022

Tíðindi 3. feb 2022

Várkonfirmatiónin verður í Glyvra kirkju sunnudagin 24. apríl kl.11.00.

Heystkonfirmatiónin verður í Rituvíkar kirkju sunnudagin 9. oktober kl.11.00.


Konfirmantlestur verður í Glyvra kirkju hesar dagar :


Um okkurt er at spyrja um, eru tit væl komin at ringja til Meinhard Bjartalíð á tlf. 237342.


Prestur

Jólagudstænastur 19. des
kl 13, 14 og 15

Tíðindi 17. des 2021

Eftir at sunnudagsskúlin hevur verið avlýstur í næstan tveir mánar, var brúk fyri at finna uppá okkurt. Við verandi gongd sá út til at børnini heldur ikki fingu nakra jólagudstænastu.

Í meðan koronusjúkan er vandamikil fyri likamið, so kunnu átøkini verða vandamikil fyri sál og anda. Tí vil sunnudagsskúlin skipa fyri fleiri smærri jólagudstænastum, har tilmælini vera fylgd.

Við tilmelding upplýsa húskini hvussu nógv tey eru og hvørja gudstænastu tey ynskja at vera við til. Um ov nóg tekna seg til eina av gudstænastunum, so verða tey seinastu spurd um at fara til aðra gudstænastu. Skrásetingin er minimal og har verður ikki nakað eftirlit.

Á skránni vera sangir, bíbilsøga, “tendra ljós” og pakkar til børnini.

Tilmelding, trýst her!

Kirkjuráðsval 2. november.

Tíðindi 3.. nov 2021

Úrslitið av valinum sæst á myndin omanfyri. 

Listaframsýning

Tíðindi 21. okt 2021

Sunnukvøldið, hin 24. oktober kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Kári Svensson, listamaður, sýnir fram. Í sambandi við listaframsýningina verður tónlist. Kári Sverrisson, tónleikari, syngur.

Bárður Jákupsson, listamaður, sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum”: “Kári Svensson ferðast nógv í náttúruni, serliga á sjónum, á útróðri. Ella við laksatráðu. Innliving í landslagið er týdningarmikil fortreyt fyri málningunum. Myndirnar byggja á náttúruupplivingar, linjur og strikur sipa til hús, gøtur og fólk. Flótandi skapleysir formar og rørslur kunnu ímynda sveimandi hamrar ella líðir”. 

Trýst her fyri at síggja myndir 

Listaframsýning

Tíðindi 21. okt 2021

Sunnukvøldið, hin 24. oktober kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Kári Svensson, listamaður, sýnir fram. Í sambandi við listaframsýningina verður tónlist. Kári Sverrisson, tónleikari, syngur.

Bárður Jákupsson, listamaður, sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum”: “Kári Svensson ferðast nógv í náttúruni, serliga á sjónum, á útróðri. Ella við laksatráðu. Innliving í landslagið er týdningarmikil fortreyt fyri málningunum. Myndirnar byggja á náttúruupplivingar, linjur og strikur sipa til hús, gøtur og fólk. Flótandi skapleysir formar og rørslur kunnu ímynda sveimandi hamrar ella líðir”. 

Trýst her fyri at síggja myndir 

List og Kvirra

Tíðindi 21. okt 2021

Mánakvøldið 25. oktober, týskvøldið 26. oktober og mikukvøldið 27. oktober verður “List og Kvirra” í Glyvra kirkju frá kl. 20 til kl. 22. Kári Svensson, listamaður, sýnir fram

Høvi verður at njóta kvirruna í skýmliga kirkjurúminum og at kveikja ljós í ljósglobuni.

Trýst her fyri at síggja myndir 


Kirkjuráðsval 2. november.

Tíðindi 3.. nov 2021

Úrslitið av valinum sæst á myndin omanfyri. 

Kirkjuráðsval 2. november.

Tíðindi 28. okt 2021

Valið  fer fram í Glyvra kirkju frá kl 10 til 20.

Tey uppstillaðu eru: 

Heystkonfirmatión 2021

Tíðindi 08. okt 2021

Konfirmatión verður í Rituvíkar kirkju sunnudagin kl. 11. Prestur: Meinhard Bjartalíð.

 

Konfirmantarnir eru:

Sára Maria Petersen, Glyvrar

Helga Mikkelsen, Glyvrar

Annie á Fløghamri, Oyndarfjørður

Yulia Shvets Jensen, Rituvík

Petra Nolsøe, Saltangará

Marta Hansen, Rituvík

Silja Højgaard, Runavík

 

Danjal Jóhann Kjeld, Saltangará

Jákup Djurhus Petersen, Rituvík

Thór Skibenæs, Skipanes

Lukas Tie Xim Bessason, Saltangará

 

Sí myndir av konfirmantunum  frá 22. februar, við at trýsta her.

Hvar er rásin um reynið?

Hugvekja 29. sept 2021 v/ Meinhard Bjartalíð

“Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt  tú ikki óttast og ikki vera ræddur!” (5 Mós 31, 8). 


Hesi vøkru og troystarríku orð standa ikki einsamøll, men standa í einum størri samanhangi. Ísraels fólk er á ferð gjøgnum oyðimørkina við Mósesi á odda. Ferðamálið er tað lovaða landið


Eftir fjøruti drúgv ár í oyðimørkini, kennir Móses á sær, at kreftirnar eru við at ganga undan, og at dagarnir nú fara at fækkast. Hann savnar tá fólkið rundan um seg og gevur til kennar, at eftirmaður hansara eigur at verða kosin. Valið fellur á Jósva, hvørs navn merkir “Harrin frelsir”.


Jósva skal við Guds hjálp fullføra gerning Mósesar. Hann skal standa á odda fyri fólkinum og føra tað trygt inn í tað lovaða landið.


Tað er andlit til andlits við hesa stóru og torføru uppgávu, at hin aldrandi Móses sigur við hin unga høvdingan, Jósva: “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!”


Les meira - trýst her. 

Hin stóra fagnaðarmáltíðin

Prædika 13. juni 2021  v/ Meinhard Bjartalíð

Men Jesus segði við hann: “Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum; og hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði: “Eg havi keypt nakra jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni; eg biði teg halda mær til góða!” Og annar segði: “Eg havi keypt fimm pør av oksum, og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!” Og uppaftur ein annar segði: “Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma.” Og húskallurin kom og segði harra sínum frá hesum. Tá varð húsbóndin vreiður  og segði við húskallin: “Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðinum, og leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt.” Og húskallurin segði: “Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.” Tá segði húsbóndin við húskallin: “Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult. Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína” (Luk 14, 16-24).


Christianskirkjan í Klaksvík er bygd uttan um prýðiligu altarmyndina, sum er ein fresko, kálkmálningur, upprunaliga málaður á veggin í Viborg dómkirkju í 1901 av Joakim Skovgaard. Longu tíggju ár eftir varð hon tikin av vegginum og førd yvir á lørift, tí tað vætti inn gjøgnum hann, og myndin kundi farið fyri skeyti. Hon var hongd á Statens Museum for Kunst, men kom ikki til sín rætt har.


Les meira - trýst her. 

Familjulegu í Nesvík 4.-6.juni

Tíðindi 15. mai 2021

LEGAN ER AVLÝST vegna korunu:(

Við sera stuttari freist ætlar sunnudagsskúlin at skipa fyri einari familjulegu. 

Endamálið  við leguni er, at fólk í øllum aldri vera saman eitt vikuskifti í góðum kristnum felagsskapi. 

Tey sum melda seg til leguna, skulu rokna við at fáa onkra uppgávu . Til dømis sleppa tey flestu at royna uppvaskimaskinuna. Tó bert eftir eina av máltíðunum.

Tilmelding fer fram á hesi leinkju: tilmelding.

TIlmelding er galdandi tá legan er goldin á kontu 9865 4189390.

Luttøkugjald:
    Vaksin og ung: 500 kr.          (350 kr. uttan gisting)
    Børn 1. til 7. flokk: 250 kr. (175 kr. uttan gisting)
    Børn 1 - 6 ár: 100 kr.             (100 kr. uttan gisting)
    Tó í mesta lagi 1750 kr. fyri eitt húski.

At hava við:
Inniskógvar. Seingjarklæðir ella soviposa.
Ymiskt til egið undirhald stokkar, borðspøl, bólt og ...
Lummapengar til kioskina.

Spurningar og viðmerkingar kunnu stílast til Hansu 229944 ella Elly 238818. 

Leinkja til skrá og TILMELDNG.

Mentanarvika í kirkjuni

Tíðindi 22. apríl 2021

Full skrá fyri menturnarvikuna sæst á visitrunavik.fo

Niðanfyri er ein listi við tí sum hendir í kirkjuni hesa vikuna. 

Leygardagin 24. apríl kl 16.30-17.30 Fernisering við Tróndur Patursson. Listamaðurin  fer at hugleiða. Tónlist verður eisini við kvinnukórinum Silvitni

Sunnudagin 25. apríl
Kl 11 Lestur, kl 12.30 barnagudstænasta og kl 16 til 18 er kirkjan opin við framsýningini hjá Tróndi Patursson.

Mánadagin 26. apríl
Kl 16 - 18: Framsýningin hjá Tróndi Patursson er opin.
Kl 19.00 Konsert við Kór Glyvra Kirkju

Týsdagin 27. apríl
Kl 16 - 18 Framsýningin hjá Tróndi Patursson er opin.
Kl 17.00: Orkesturkonsert. Skála skúlaorkestur, Eysturoyar symfoniorkestur og Nes sóknar skúlaorkestur framføra

Mikudagin og hósdagin
Kl  16-18 Framsýningin hjá Tróndi Patursson er opin.

Fríggjadagin - Dýri biðidagur
Kl  11.00 Lestur.
Kl  16-18 Framsýningin hjá Tróndi Patursson er opin.

Leygardagin
Kl  16-18 Framsýningin hjá Tróndi Patursson er opin.

Sunnudagin 2. mai 
Kl 11 Lestur, kl 12.30 barnagudstænasta og kl 16 til 18 er kirkjan opin við framsýningini hjá Tróndi Patursson.

Páskahugvekja

Hugvekja 29. mars 2021 v/ Meinhard Bjartalíð

Páskirnar eru størsta hátíðin í kirkjuárinum. Kirkjufaðirin, Gregor í Nazians, orðaði tað á henda hátt einaferð í fjórðu øld: “Tær eru hátíð hátíðanna og sigurin yvir øllum sigrum.”


Kvinnurnar, ið komu út til Jesu grøv árla á morgni, hin fyrsta dagin í vikuni, komu óivað við tí fyri eyga at dvølja har eina løtu í tøgn. Knappliga brast gravartøgnin. Í tí lýsandi morgunroðanum hoyrdu tær orð verða søgd, ið loystu flóð av varma í kalda og stirda huga teirra: “Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá”.


Kvinnurnar vóru ikki sjónarváttar til sjálva uppreisnina. Tær sóu ikki Guds fjaldu hond, ið vermdi kalda veikin, og vakti lívsneista av deyða. Men, tær sóu at grøvin var tóm, og tær fóru rennandi at bera lærusveinunum boð um tað. Hesi boð, ið neyvan høvdu hildið sær ein dag, ja, ikki ein tíma í Jerúsalem, um tey ikki vóru sonn, eins og mæti týski professarin í gudfrøði, Wolfhart Pannenberg, orðar tað. Hesi boð, ið vóru líka ótrúlig í Jerúsalem ár 33, eins og í dag. Líka undranarverd hjá hinum fyrstu lærusveinunum eins og hjá okkum nýmótans menniskjum. 


Les meira - trýst her. 

Várkonfirmatión 2021

Tíðindi 29. mars 2021

Tvær konfirmatiónir verða í Glyvra kirkju hin 11. apríl. Hin fyrra verður kl. 11, og hin seinna verður kl. 12.30.


Konfirmantarnir kl. 11 eru:

Jónvá Danielsen, Lamba

Vár Sólheim Joensen, Saltangará

Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Rituvík

Estrid Højgaard, Runavík

Petra Jonhardsdóttir Geyti, Saltangará

Beinir Grønagarð, Glyvrar

Leivur Lassen, Saltangará

Ernst Langgaard, Saltangará

Jógvan Martin Langgaard, Runavík

 

Konfirmantarnir kl. 12.30 eru:

Rakul Maria Tausen, Æðuvík

Luna Klein Joensen, Oyndarfjørður

Miriam Bogadóttir Brekku, Saltangará

Noomi Ásudóttir Dahl, Glyvrar

Ása Búadóttir Jensen, Saltangará

Jóhanna Sofía Justinussen Højgaard, Rituvík

Johan Karbech, Skála

Martin Ragnarsson, Glyvrar

Rókur Troest Rasmussen, Saltangará


Ein felagsmynd verður tikin av øllum konfirmantunum kl. 12.

 

Sí myndir av konfirmantunum  frá 22.februar, við at trýsta her.

Páskavøka

Tíðindi 31. mars 2021

Leygarkvøldið 3. apríl kl. 20 - páskaaftan - verður PÁSKAVØKA í Glyvra kirkju við upplestri, sálmasangi og kórsangi. Sungnir verða sálmar, ið hoyra til páskaaftan, tá Kristus fór niður til heljar, eins og tað verður sagt í trúarjáttanini. Her kann nevnast mæta yrkingin eftir Grundtvig “Á kvøldi varð dukað á helvitis grind”, ið Hans Dalsgaard hevur týtt. Umframt skriftlesturin verður eitt brot lisið úr páskaprædiku eftir grikska kirkjufaðirin Jóhannes Chrysostomos, patriark úr Konstantinopel. Kór Glyvra kirkju fer at seta dám á páskavøkuna. Kórið syngur undurfagra “Ave verum corpus” eftir Mozart. 

Føsta

Hugvekja 17. februar 2021 v/ Meinhard Bjartalíð

Føstan byrjar í dag við øskudegi og varir í fjøruti dagar - til og við páskaaftan. Føstan, ið er eitt tað fyrsta fyriskipaða tíðarskeiðið í kirkjuárinum, sipar til Jesu føstu í oyðimørkini, føstu Mósesar á Sinai fjallið, føstu Eliasar á Hórebs fjallið, og til tey fjøruti árini, ið jødafólkið búleikaðist í oyðimørkini.


Meðan føstan, ið er heimilað í Halgubók, hevur havt ein týðandi leiklut í bæði ortodoksu kirkjuni og katólsku kirkjuni, hevur føstan so at siga verið heimleys í evangelisku-luthersku kirkjuni. Tó tykist vend verða komin í, nú alsamt fleiri luthersk kristin hava sannað, at føstutíðin er ein áhugaverd, rík og mennandi tíð.

Les meira - trýst her. 

Føstugudstænastur 2021

Tíðindi 14. feb. 2021

Mikukvøld kl 20 verða føstugudstænastur við ymiskum prestum og kórum. Skráin er hendan:

størri mynd - trýst her

Vit sáa orð

Hugvekja 8. februar 2021 v/ Meinhard Bjartalíð

“Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt” (Luk 8,5). Við hesum orðum byrjar eitt av Jesu kendu líknilsum.

Vit eru øll sáðmenn og sáðkvinnur. Vit sáa allan dagin. Vit sáa orð. Við spreiða um okkum við orðum allar staðir.


Tað eru orð, ið verða sádd, sum gleða og fløva. Orð, ið skapa trivna og byggja upp, orð, sum skapa eina góða og kærkomna kenslu í okkum, og vit kenna okkum væl.


Men, tað eru eisini orð, ið verða sádd, sum kennast so køld, beisk og bonsk. Orð, ið særa, bróta niður, gera okkum hørm í huga, og vit kenna okkum illa. Munnu ikki tey flestu hava roynt tað og hava hugsað: Tað var gott, at eg segði júst hatta, ið gleddi. Og øvugt: Hatta skuldi eg ikki havt sagt, tí at tað særdi. Eg skuldi havt hugsað meg um og vanda mær betur um orðini.

Les meira - trýst her. 

Menniskjað í menniskjanum

Hugvekja 24. januar 2021 v/ Meinhard Bjartalíð

”Men ein Sámariubúgvi, sum var á ferð, hitti við hann, og tá ið hann sá hann, tókti honum hjartaliga synd í honum; og hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistihús og røktaði hann” (Luk 10, 33f.).


Heimspekingurin og gudfrøðingurin, Løgstrup, hevur skrivað eina bók, ið kallast ”Den etiske fordring”. Einastaðni í bókini sigur hann: ”At hava lívið hjá einum øðrum menniskja í sínari hond” og ”Lív okkara er tilskot oman á tilskot, størst í kærleikanum”.

Les meira - trýst her. 

Aftur í kirkju

tíðindi 15. januar 2021

Farið verður aftur í kirkju sunnudagin 17. januar.  Tilmælið er strammað til í mesta lagið 100 fólk. Fyri at halda tilmælið verður framvegis talan um tvær gudstænastur.
17. januar er skráin hendan: 

Emil Olsen, stiftsprestur, røkir Glyvra prestagjald, til og við 30. januar, tá Meinhard Bjartalíð er í feriu.
Emil Olsen er at hitta á telefon 237310.

Kringvarpið á Glyvrum

tíðindi 30. des 2020

Trettandasunnudag, 3. januar 2021, fer kringvarpið at senda gudstænastuna á Glyvrum beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum. 

Gudstænastan er ikki almenn. Tey, ið taka lut í gudstænastuni, eru prestur, kirkjutænarar og nakrir sangarar.

Tilmælini til kirkjurnar er longt til og við 10. januar. Sí
folkakirkjan.fo

Sólstøða mannahjartans 

Hugvekja 23. des 2020 v/ Meinhard Bjartalíð

“Men tað hendi í teimum døgum”. Við hesum kendu orðum byrjar jólaevangeliið, sum nú um dagarnar verður lisið um allan heim á øllum tungumálum. Tað, ið eftir menniskjansligum mátistokki ikki kundi henda, hendi, tá ið Gud hin alvaldi kom okkum nær í einum hjálparleysum og neyðarsligum barni. Tað er henda stórhending, at Gud á serstakan hátt er komin til okkara og læt son sín verða bornan í heim, ið er grundarlagið undir kristnu jólahátíðini. Taka vit henda veruleika burtur, missa jólini sítt innihald, og vit gerast fátæk. 

Les meira - trýst her. 

“Songurin víða berst um lond” 

Tíðindi 13. des 2020

Jólini vóru sungin inn í Glyvra kirkju í kvøld. Umframt alkendu jólasálmarnar, ið fólk høvdu høvi at syngja, settu Kór Glyvra kirkju, Kvinnukór Glyvra kirkju og Manskór Glyvra kirkju dám á løtuna. Einsongur var eisini at hoyra. Løtan var bæði vøkur, tignarlig og væleydnað í jólaligu Glyvra kirkju.  

Sí fleiri myndir - trýst her


Barnagudstænasta

tíðindi 6. des 2020

Glyvra kirkja var í morgun karmur um eina barnagudstænastu. Tað er siðvenja at hava eina slíka gudstænastu annan sunnudag í advent í sambandi við at jólakrubban er sett upp av nýggjum. Alt bar brá av advent og jólum, bæði í orðum og tónum. 

Tað var hugtakandi at hoyra Barnakór Glyvra kirkju syngja tætt við jólakrubbuna, hesi fittu børnini, ið sungu so avbera væl. 

Ein av felagssálmunum, sum ljómaði í morgun, var “Fagur himin er at sjá”. Í desember mánaði í ár eru júst liðin 210 ár, síðani Grundtvig yrkti henda vakra sálm, ið snýr seg um stjørnu, móðir, barn og vísmenn. 

    Stjørna leiddi vísmenn fyrst,
    so teir funnu Jesus Krist;
    okkum við ein stjørna leiðir,
    okkum lívsins gøtu greiðir,
    so vit finna Jesus Krist.


Hoyr barnakórið og sí myndir - trýst her. 


Vit syngja jólini inn 

tíðindi 10. des 2020

Eins og undanfarin ár syngja vit jólini inn í Glyvra kirkju 3. sunnudag í advent kl. 17.

Umframt alkendu jólasálmarnar, ið fólk hava høvi at syngja, setur Kór Glyvra kirkju, Kvinnukór Glyvra kirkju og Manskór Glyvra kirkju dám á løtuna. 

Jólakrubban

tíðindi 1. des 2020

Glyvra kirkja ognaði sær fyri jól í 2012 eina jólakrubbu úr Italiu. Her er talan um Jesusbarnið í krubbuni, Mariu og Jósef, hirðar og vísmenn, kúgv og esil. Teir størstu figurarnir eru 120cm. 

Tað er Edward Fuglø, listamaður, ið hevur teknað, og hann hevur eisini staðið fyri pallsmíðinum. Endamálið við jólakrubbuni er at gera jólaevangeliið sjónligt, at gera tað ítøkiligt og nærverandi, bæði hjá børnum og vaksnum, og at varpa ljós á kjarnin í jólahátíðini.

Jólakrubban er elligomul. Hon gongur líka aftur til fornkirkjuna. Onkrir av kirkjufedrunum nevna hana. Kendast man tó vera søgan um Frans í Assisi, sum jólanátt í 1223 hevði eina gudstænastu fyri íbúgvunum í býnum, Greccio, norðan fyri Róm. Í sambandi við gudstænastuna hevði hann fingið vin sín, Giovanni Vellita, at smíða eina krubbu við hoyggj og seta eina livandi kúgv og eitt livandi esil tætt við krubbuna. Frans hevði síðani messu framman fyri krubbuni úti í skógini.

Jólakrubbusiðurin spreiddi seg frá Italiu upp gjøgnum Evropa. Jólakrubbur vórðu ikki bara settar upp í kirkjum, katólskum og protestantiskum, men í mongum heimum stóð eisini ein jólakrubba. Og tað vóru tey, ið kappaðust um, hvør hevði vakrastu jólakrubbuna. 

Fleiri av kendastu jólasálmum okkara eru yrktir við jólakrubbuni í huga. Her kann nevnast: “Eitt barn er føtt í Betlehem”, “Her koma, Jesus, tíni smá”, “Í krubbu barnið Jesus lá” og “Nú ringja klokkur jólafest”. Í hesum seinasta sálminum verður sagt við jólakrubbuni í huga ella standandi framman fyri jólakrubbuni:

O, fara vit við stillum sinn,
sum hirðarnir til barnið inn.

Jólakrubban verður sett upp aftur í Glyvra kirkju 2. sunnudag í advent. Í hesum sambandi verður barnagudstænasta kl. 11 við Meinhard Bjartalíð, sóknarpresti. Barnakór Glyvra kirkju fer at syngja nakrar jólasangir framman fyri vøkru jólakrubbuni. Christian Joensen, sunnudagsskúlalærari, hevur eitt orð til børnini.

Fyrsti sunnudagur í advent

tíðindi 23. nov 2020

Sunnudagin er fyrsti sunnudagur í advent. Tá verður fyrsta ljósið í adventskransinum kveikt, ið boðar frá tí stóra ljósinum, ið brátt upprennur um skuggalond.

Kirkjuárið byrjar við adventstíðini. Advent merkir á latínskum máli koma. “Adventus domini”, “Harrans koma” ella “Kongskoma”. “Kongur tín til tín kemur”.

Adventstíðin er ein fyrireikingartíð til jólini og jólahátíðina. Hon miðar fram ímóti barninum í krubbuni, Kristi føðing jólanátt. Honum, ið koma skal, og er kongur konganna og harri harranna.

Sunnudagin fagna vit nýggja kirkjuárinum í Glyvra kirkju. Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, prædikar. Jensina Simonsen, urguleikari, situr við orglið. Eftir ápostólsku signingina syngja sopranirnar Marita Joensen og Jonni Dahl adventssálmin fram um aðrar eftir Gudmund Bruun “Upp, tað lýsir nú av degi” við undurfagra lagnum hjá Niels W. Gade.  

Aftansangur í Glyvra kirkju

tíðindi 3. nov 2020

Sunnukvøldið 8. november kl. 19 verður aftansangur í Glyvra kirkju við Kóri Glyvra kirkju.

Fyrimyndin er aftansangur í ensku/anglikansku kirkjuni, sum er ein daglig tíðarbøn, har dentur verður lagdur á lovsong, Dávidssálmar, bíbliulestur og bøn. Í miðøldini vóru hesar gudstænastur fleiri í tali. Tær vóru róptar tíðarbønir, tí at tær vóru hildnar ávísar klokkutíðir á degnum til tess at halga dagin.

Enski erkabiskupurin, Thomas Cranmer (1489-1556), ið var ein av teimum týdningarmiklu trúbótarmonnu-num í ensku kirkjuni, avmarkaði hesar tíðarbønir til tvær: morgun – og aftansang (mattins og evensong). Enski formurin fekk sítt sermerkta snið, sum ikki er at finna í øðrum kirkjum, við tað at Cranmer tók ymiskar partar úr teimum ymisku tíðarbønunum, sum í mið-øldini vóru vorðnar átta í tali, og legði tær saman til tvær. Hesin vakri og hátíðarligi formurin fyri morgun - og aftansang verður við smávegis broytingum framvegis nýttur í ensku kirkjuni.

Aftansangur síðani 2004

Kór Glyvra kirkju hevur síðani 2004 stundum bjóðað til aftansang í Glyvra kirkju og øðrum kirkjum við. Her kann nevnast Rituvíkar kirkju, Havnar kirkju og Eiðis kirkju. Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eyga at nema sær kunnleika og fáa íblástur.

Kórið hevur brotið upp úr nýggjum í Føroyum við at syngja Dávidssálmar í reciterandi stíli á føroyskum í týðing Jákup Dahls.  

Sunnukvøldið syngur  Kór Glyvra kirkju ein Dávids-sálm, Lovsong Mariu, Lovsong Símeons og eitt sokallað ”anthem” (kórvers). Skiftisongur eftir enska tónaskald-inum, William Smith (1603-45), verður sungin av prestinum og kórinum. Harafturat verður  sálmasangur, bíbliulestur og bøn. Meinhard Bjartalíð er liturgur. Jón Magnus Joensen er organistur, og Jonni Dahl er kórleiðari.

Allahalganna sunnudagur

tíðindi 27. okt 2020

Komandi sunnudag er Allahalganna sunnudagur. 

Dagurin er frá gamlari tíð vígdur minninum um blóðvitnini og halgimennini.

Á hesum serstaka degi í kirkjuárinum minnast vit øll tey, ið farin eru. Vit minnast tey, ið vit høvdu kær og stóðu okkum nær við tøkk og virðing. Tað bera tey mongu ljósini boð um, ið verða kveikt, bæði í ljósglobuni í Glyvra kirkju og á gravunum niðri í kirkjugarðinum.

Nøvnini á teimum, ið farin eru í Glyvra prestagjaldi, síðani Allahalganna sunnudag í fjør, verða lisin upp undir gudstænastuni.

Sunnudagin er 1. november, ið er Minningardagur teirra sjólætnu.

Meinhard Bjartalíð, prestur, prædikar. Jensina Simonsen er organistur. Thordis Tausen er deknur, og Páll Rasmussen er klokkari.

Í sambandi við gudstænastuna sunnudagin syngja Marita Joensen, Jonni Dahl, Dagbjørt Sólheim, Selma Hansen og Kaja Joensen á urgusvalanum eftir ápostólsku signingina.

Tað er ein vøkur bøn úr tónleikaverkinum “Requiem”, ið merkir “messa fyri teimum deyðu” eftir tónaskaldinum Duruflé. Henda bøn hóskar væl til sunnudagin. Her verður biðið fyri teimum, ið farin eru:

Harri, veit teimum æviga hvíld.
Ævigt ljós lýsi fyri teimum,
tí góður tú ert.

Øll eru vælkomin í kirkju

tíðindi 22. okt 2020

Nýggju tilmælini loyva nú 200 fólkum at koma í Glyvra kirkju (sjá nýggju tilmælini her). Hetta merkir, at ongin nýtist at setast aftur fyri  at loyva øðrum framat. 100 fólk  kunnu sita í gomlu kirkju. Hesi skulu nýta gomlu inngongdina. Tá gudstænastan er liðug, fara tey aftastu út fyrst.  100 fólk kunnu sita í nýggju kirkju. Tey nýta nýggju inngongdina.
Hølið hjá sunnudagsskúlanum er so mikið lítið, at talan verður framvegis um tvær gudstænastur. Vaksin kl 11 og barnafamiljur kl 12.30. 
25. oktober kl 11 verður gudstænasta  við altargongd. Meinhard Bjartalíð, prestur, prædikar.
Konfirmantarnir koma til altars.

Listaframsýning

tíðindi 22. okt 2020
mynd: galleri-dgv.dk/

Sunnukvøldið hin 25. oktober kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Torbjørn Olsen, listamaður, sýnir fram. Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Kvinnukór Glyvra kirkju syngur.

Myndirnar hjá Torbjørn Olsen fevna víða, hvat myndevnum viðvíkur. Býarlívið, eins væl og eyðkenda landslagið, verða lýst. Frásagnir úr Halgubók og andlitsmyndir dámar listamanninum eisini væl at mála. Í listaliga myndaframburði hansara er ein eyðsýndur sansur fyri flatum og sterkum og reinum litum. Harafturat spælir ljósið ein týðandi leiklut. Millum høvuðsverk hansara telist altartalvan í Haldórsvíkar kirkju, ið ímyndar hina heilagu kvøldmáltíðina.

Sí myndirnar frá framsýningini

List og Kvirra

tíðindi 22. okt 2020

Mánakvøldið 26. oktober, týskvøldið 27. oktober og mikukvøldið 28. oktober verður “List og Kvirra” í Glyvra kirkju frá kl. 20 til kl. 22. Torbjørn Olsen, listamaður, sýnir fram.

Høvi verður at njóta kvirruna í skýmliga kirkjurúminum og at kveikja ljós í ljósglobuni.  

Hin vegliga vónin

Prædika 27. sept 2020

Prædikuteksturin í dag, sum snýr seg um, at Jesus vekur upp Lázarus, er ikki bara tann longsti, men ein hin mest “dramatiski”, spennandi, skakandi og stórsligdni í øllum Nýggja testamenti  ... les meira

Heystkonfirmatiónin 

tíðindi 2. okt 2020

Heystkonfirmatiónin verður í Rituvíkar kirkju sunnudagin 11. oktober kl. 11. Myndatøka verður kl. 12.

Konfirmantlestur verður í Rituvíkar kirkju fríggjadagin 9. oktober kl. 9.00.

Um okkurt er at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Meinhard Bjartalíð, tel 237342.

Nøvnini á konfirmantunum: trýst her

Barnakór 2020

tíðindi 20. sept 2020mynd: 2. sunudag í advent 2015

Børnini í sunnudagsskúlanum plaga at syngja 2 sangir fyri kirkjufólkunum 2. sunnudag í advent, tá kruppspælið er sett upp.

Hóast barnagudstænastan væntandi verður kl 12.30, er ætlanin at gera eitt sindur meira burtur úr í ár. Sangirnir skulu venjast so væl, at vit kunnu kallað tað fyri barnakór!

Leiðarar fyri kórinum eru Jenny, Karla Maria og Elspa.

Til fyrstu venjing, sum var 20. september,  var tað Jonni Dahl Hansen, sum legið lag á. Byrjað varð uppá fyrsta sangin: Einglavakt. 

Týst á hesa leinkju, fyri at síggja sangtekstir og YouTube klipp.  

Kirkjan opnar aftur 

tíðindi 3. sept 2020
mynd: Kári Egholm Jacobsen

Kirkjan opnar aftur 1. september. Eins og aftaná seinasta korona-steðg, verður talan um tvær gudstænstur.  Sí skránna longur niðri á síðuni.

Tilmælini frá ovastu leiðsluni kunnu lesast her

Konfirmatióni

tíðindi 2. sept 2020

Nøvnini á konfirmantunum 13. september kunnu lesast her.

Um okkurt er at spyrja um, eru tit væl komin at ringja til Meinhard Bjartalíð á tlf. 237342. 

Avlýsingar í august

 tíðindi 7. aug 2020

Leiðslan í fólkakirkjuni mælir til, at allar gudstænastur verða avlýstar í august mánaði 2020.

Hóast ferðin í kirkjuni verður sett niður, eru prestarnir tøkir. Kirkjuligu tænasturnar – dópur, vígsla, sálarrøkt og jarðarferð – verða eyðvitað veittar, svá umstøðurnar og almennu tilmælini loyva.

kelda: fólkakirkjan.fo

Hvítusunnudag 2020 varð gudstænastan í Glyvra kirkju send beinleiðis í KVF.

Konfirmatióni

tíðindi 27. aug 2020

Nú nærkast til konfirmatiónin verður 13. september. Eftir øllum sólarmerkjum verða tvær konfirmatiónir henda dag. Hin fyrra verður kl. 11 og hin seinna kl. 12.30. Fyrst í komandi viku verður greitt, hvør verður konfirmeraður kl. 11 og kl. 12. 30. Tey nærmastu taka lut, foreldur, ommur og abbar og systkin.

Kunning um konfirmatiónirnar týskvøldið

Týskvøldið 1. september kl. 20 verður ein stutt kunning í Glyvra kirkju um konfirmatiónina 13. september og konfirmatiónina 11. oktober, har eitt foreldur hjá hvørjum einstøkum konfirmanti møtir.

Konfirmantlestur

Allir konfirmantar skulu møta í Glyvra kirkju mánadagin 31. august kl. 11.40. Harafturat skulu tey, ið konfirmerast 13. september møta í Glyvra kirkju hósdagin 10. september kl. 11. 40.


Um okkurt er at spyrja um, eru tit væl komin at ringja til Meinhard Bjartalíð á tlf. 237342. 


Prædika til hvítusunnu 2020

Jesus svaraði og segði við hann: ”Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara ...  les meira

Kirkjan letur varisliga uppaftur

15. mai 2020

Sunnudagin 17. mai letur kirkjan uppaftur. Talan verður um tvær gudstænastur:

Vit fylgja almennu tilmælunum, so trygdin hjá kirkjufólkinum, kirkjutænarum, presti og viðskiftafólki er í hásæti við atliti at virkseminum í kirkjuni.

Forkirkjan í nýggjara partinum verður nýtt. Har er spritt og pappír til hendurnar. Haðani verður farið inn í kirkjuna.

Tað kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast í Glyvra kirkju til gudstænastur, dóp, jarðarferð og brúðarvígslu.

Fólk sita í frástøðu. Tó, fólk úr sama húsi kunnu sita saman.

Sálmabókin verður ikki nýtt til gudstænastur og kirkjuligar tænastur. Heitt verður á fólk, um at hava sína egnu sálmabók við í kirkju. Víst verður eisini til sálmabókaappina.