Konfirmantar 2021

Tíðindi 26. februar 2021


22. februar byrjaði nýtt hold av konfirmantum at ganga til prest. Myndamaður kom framvið, og tók nakrar myndir, og fekk eisini ein sálm frá konfirmantunum.


Talan er um 29. konfirmantar, ið verða konfirmeraðir í vár og í heyst.


Lesturin fer fram í Glyvra kirkju hesar dagar:

  • 22., 23. og 24. februar frá kl. 8.00 til kl. 11.30

  • 8., 9. og 10 mars frá kl. 8.00 til kl. 11.30

  • 24., 25. og 26. mars frá kl. 11.30 til kl. 14.30

  • 7., 8. og 9 apríl frá kl. 11.30 til kl. 14.30


Várkonfirmatiónin verður í Glyvra kirkju sunnudagin 11. apríl.

Heystkonfirmatiónin verður í Rituvíkar kirkju sunnudagin 10. oktober.


Um okkurt er at spyrja um, ber til at ringja til Meinhard Bjartalíð á tlf. 237342